

Økið, sum er stongt á Føroya Banka, er innanfyri 200 metra dýbdarlinjuna. Tað er 45 x 90 km ella umleið 4.000 ferkilometrar til víddar, sum er eitt rættiliga stórt økið. Toskaleiðirnar eru bert ein partur av økinum.
Vit hava altíð vitað um góð og vánalig fiskiár, og toskafiskiskapurin á Føroya Banka hevur altíð fylgst við góðum og vánaligum toskafiskiskapi á landgrunninum.
Seinasta árið trolararnir royndu á Føroya Banka var í 1987 ella 1988, og línuskip og -bátar hava ikki roynt har síðan 2007.
Frá 1982 til 1988 lá fiskiskapurin á bankanum millum 2.000 og 3.000 tons um árið. Í 1989 minkaði fiskiskapurin niður í 1.270 tons. Árini frá 1990 til 1993 blivu ímillum 121 og 297 tons fiskaði. Í 1994 batnaði fiskiskapurin eitt sindur. Tá blivu 717 tons fiskaði, og í 1995 minkaði veiðan niður aftur í 561 tons.
Í 1996 tók fiskiskapurin seg uppaftur, og tá vórðu 2.051 tons fiskaði. Í 1997 øktist veiðan til 3.457 tons, og í 1998 blivu 3.092 tons fiskaði.
Síðan minkaði fiskiskapurin aftur, og í 1999 blivu bara 1.001 tons fiskaði. Fyri árið 2000 dugi eg ikki at finni nøkur tøl. Í 2001 varð veiðan 1.094 tons og í 2002 1.840 tons.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo