Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ávísur Føroyskur fjølmiðil endurgeva grein í Wall Street Journal, har skrivað verður at Huawei lýgur, tá ið firmaið sigur seg vara óheft av stýrinum í Kina, og Wall Street Journal verður endurgivið, sum sigur seg júst hava avdúkað, hvussu kinesiski staturin hevur stuðlað firmanum við yvir 500 milliardum krónum.

Pengarnir hevur Huawei helst fingið skrivar Wall Street Jounal sum skattalætta, lán og gjøgnum fleiri aðrar bíligar veitingar, sum so hava gjørt Huawei til ein heimsumfatandi tøknirisa.

Avdúkingin skaðar Huawei siga tey sum í ein munn, tí hon vísur, hvussu tøtt bondini eru við politisku leiðsluna í landinum, skrivar eftir øllum at døma Wall Street Journal.

Hvussu dupult moralskir kunnu vit Føroyingar verða, tá vit júst í hesum døgum hava staðfest, at millióna virðir verða latin til Føroyskar einstaklingar. Tak t.d. lógina um sjófeingi, og línu- og garnaskipini hava fingið tilluta uppisjóðar kvotur, sum hevur eitt ókent millióna virði.

Vit vita við vissu at lóg gevarar sum hava samtykt lóggávu á hesum øki, eru tætt í familju; eru synir, smápartaeigarar, svágrar, vinir, hava ættleiddar vinnur, og eru floksfelagar hjá reiðarum og eigarum av somu vinnutólum sum hava fingið hendan framíhjá rætt. Stuðulin er lutfalsliga stórur fyri tey hepnu, sum eru har á rætta stað, til røttu tíð, og spurningurin er so hvønn týdning hetta hevur fyri móttakarin?

Hvar er munurin millum støðuna hjá Huawei tá tað kemur til vinnu politiskar avgerðir hjá eini stjórn, og støðuna heima hjá okkum sjálvum? Eru tey fólkini, sum fáa ágóðan og fyrimun av stýrinum í Føroyum óheft, nei, eg bara spyrji?

Fyri meg at síggja er munurin ikki so stórur.

Hann sum er reinur kasti fyrsta steinin. Høvdu vit øll lagt okkum hesi orð í minni høvdu vit helst valt onkra viðmerking frá.

Lasse Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo