Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vísandi til at so at siga allir samgongupolitikarar, sum tóku orðið undir tingviðgerðini og eitt nú tingformaðurin Jógvan á Lakjuni eftirfylgjandi í fjølmiðlunum hevur greitt víst á, at nógv fer at liggja eftir til manningarnar, nú fleiri aðrir skipabólkar hava fingið lut í makreltilfeinginum, so fari eg at spyrja tykkum spurningin.

Er hettar veruliga so?

Skipini fóru út at veiða av hesum kvotum beint eftir ársskiftið, og fáar dagar seinni var avreitt. Men hvussu er, hvat hava tey sum fingu lovað so gylt, fingið burturúr? Ella eg kann spyrja um aftur, fara tey yvirhøvur at fáa nakað?

Í sáttmálasamráðingunum sum vóru seinasta ár, royndu vit at bjarga tí ið bjargast kundi, og fingu millum annað byrgt fyri, soleiðis at manningar fingu sín part av søluvirðinum av tí makreli, sum rættindahavarar við felagskvotu høvdu fingi tillutaðan, hóast teir ikki luttóku í sjálvum fiskiskapinum.

Men er nakar dugur í hesum nú?

Vísandi til sáttmálan við Føroya Reiðarafelag, so eru ásetingarnar hesum viðvíkjandi soleiðis ásettar:

§ 20. stk 5: Tá skipið fiskar fyri annan rættindarhavara, skal manningin frammanundan hava at vita, hvussu skipið verður avrokna fyri túrin innan mynstra verður.

So vítt, so gott fyri ta manning, sum er umborð á tí skipinum, sum fiskar fiskin, í hvussu so er.

Men lesa vit víðari:

§ 20. stk 6: Tá eitt skip fiskar av felagskvotu hjá skipið í øðrum skipabólki, skal samlaða søluviðri koma til avrokning. Um eingin manning er á skipinum við atgongd til felagskvotuna, verður avrokningin einans gjørd fyri manningina á fiskandi skipinum, og tá av øllum søluviðrinum.

Áðrenn verandi samgonga broytti lógina um ársskiftið, var talan um felagskvotur, sum so blivu býttar millum skipini í teimum ymisku skipabólkunum.

Men tá ið fiskiloyvini vóru útskrivaði eftir lógarbroytingina, var brádliga talan um eginkvotur, sum vóru útlutaðar til feløg og reiðaríir.

Sostatt er ivasamt, um sáttmálin røkkur til, og harvið um manningarnar á eitt nú línu- og garnaskipunum, og fyri so vítt hjá øllum teimum, sum hava fingið lut í makrelkvotuni, uttan at fiska sjálvir, yvirhøvur fara at fáa nakað sum helst burturúr.

Harafturat kann staðfestast, at tað er ein rúgva av feløgum, sum hava fingið tillutaða eginkvotu, uttan at hava nakað skip yvirhøvur. Spurningurin er so eisini, hvussu tað verður við hesum býtinum?

Uppá fyrispurning um hesi viðurskiftini, havi eg fingið fylgjandi svar frá formanninum í Føroya Reiðarafelag:

Í stuttum kann sigast, semjan frá apríl 2019 innibar, at tá ið fiskað verður fyri annan rættindahavara, skal manningin undan túrinum verða kunnað um, hvussu avroknað verður.

Í øðrum lagi varð ein nýggj áseting gjørd viðvíkjandi fiskiskapi av felagskvotu hjá skipi í øðrum skipabólki, har ásett varð, at tað samlaða søluvirðið skal koma til avrokning í hesum føri. Eisini varð
skrivað, at tá ið eingin manning er á skipinum, ið hevur atgongd til felagskvotuna, skal alt søluvirðið koma til avrokning hjá tí fiskandi skipinum.

Tá ið makrelkvoturnar hjá flest øllum bólkum eru gjørdar til eginkvotur, fevnir júst henda ásetingin ikki um kvoturnar hjá bólki 2 og 3 og øðrum. Tískil er ikki krav sambært verandi sáttmála, at avroknast skal til manningarnar á teimum skipum, ið nú hava fingið eginkvotu, men sum ikki fiska hana sjálvi. Tó er heldur eingin forðing í sáttmálanum fyri, at hetta verður gjørt.

Hettar má sigast at verða greið tala, og hava manningarnar, sambært Føroya Reiðarafelag, ikki krav uppá at fáa nakað sum helst.

Soleiðis kunnu vit staðfesta, at almennu myndugleikarnir við hesum broytingum, hava gjørt seg inn á tað, sum vit við tógvi stríð, fingu hála í land við samráðingum seinasta ár.

Sum eg síggji tingini, so kann hettar føra við sær, at tað verða reiðarí og persónar, sum eiga ella vara av feløgunum, sum koma at skora kassan, meðan manningarnar kunnu koma at standa eftir við ”Svarta Peri”.

Eg fari tí at spyrja tykkum, sum hava deilt hesi virðini út, um hettar var meiningin, ella um tit fara at standa fast víð givin lyftir um at hettar fór at gagna teimum manningunum, sum veruliga hava tað fyri neyðini?

Og í so fall, hvussu tit fara at tryggja hesum manningum, at teir fáa sín part?

Ólavur Gunnarsson
formaður í Maskinmeistarafelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo