Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Almennu Føroyar hava nú í áratíggir spýtt pengar í Royndarstøðina í Kollafjørði, uttan at landbúnaðurin í Føroyum hevur fingið nakað sum helst burturúr.

Royndarstøðin hevur ein heilan hagapart, Heygsgarð, sum er fýra merkur, at spæla sær við, men er ikki komin við nøkrum íkasti til føroyska seyðahaldið.

Vakurleikakappingin ímillum brundseyðir, sum tey skipa fyri á hvørjum ári, økir ikki á nakran hátt um úrtøkuna og góðskuna av føroyskum seyðakjøti.

Mær er sagt, at seyðurin á Royndarstøðini verður fóðraður við keyptum útlendskum fóðri, men um tað er so galið á einari almennari føroyskari royndarstøð, veit er ikki. Vónandi er tað ikki so.

At hava eina royndarstøð og ein heilan hagapart við tilhoyrandi bøði, til nøkur fá alment lønt starvsfólk at spæla sær við, er ikki nóg gott.

Latið heldur Heygsgarð aftur til tey, sum høvdu garðin frammanundan, so hann verður ein partur av festiskipanini aftur.

Vit mugu ásanna, at alt eksperimentið við Royndarstøðini er mislukkað.

Latið heldur bøndur og seyðaáhugað kring landið fáa almennu pengarnar, sum Royndarstøðin kostar at reka í dag, til at gera veruligar royndir, seyðahaldinum at frama.

Sjálvur eri eg komin so væl til árs, at eg neyvan hevði staðið í fremstu røð og biðið um stuðul, men eldsálir innan seyðahald, og tær eru ikki so fáar, høvdu fingið munandi meira burturúr pengunum.

Sjálvur havi eg, í mínum lítla brúki, lagt meg eftir at fáa vælsmakkandi kjøt – kjøt við glærfiti – og hevur tað eydnast við áralongum aliarbeiði. Onki er sum gott føroyskt skerpikjøt, men tað góða kjøtið kemur ikki av sær sjálvum.

Stongið eksperimentið, Royndarstøðina í Kollafjørði, og lat okkum fáa veruligar royndir, gjørdar av skilafólki kring landið, til gagns fyri føroyska seyðahaldið og landbúnaðin sum heild.

Petur Skel Skarðsá
seyðaáhugaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo