Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

- Aftaná at hava hoyrt innslagið í ÚF, kunnu hesir báðir taka í hondina hvør á øðrum

- Aftaná at hava hoyrt innslagið í ÚF, kunnu hesir báðir taka í hondina hvør á øðrum

Tíðindini í ÚF í kvøld um nýggjan radara á Sornfelli vóru sera avdúkandi um vantandi vitanina/engagamentið hjá okkara fólkavaldu viðvíkjandi altjóða støðuni.

Flosklar um, at vit ikki finna okkum í hesum ella hasum, at vit ikki eru til sølu, at bert vit skulu avgera, hvørjar upplýsingar um loftrúmið skulu latast teimum, sum verja okkum osfr. - ja, tað var so boðskapurin.

Tað er tiltikið, at politiska óminnið er stutt, sera stutt.

Øll burdu vita, og ikki minst okkara fólkavaldu, at uttan NATO og USA, so var alt Vestureuropa ein bakgarður hjá Sovjet, har fólkaræði, rættartrygd og mannarættindi yvirhøvur ongan týdning høvdu.

Vit høvdu verið ein avtoftað tjóð, bert búsett av apologetum kommunismunnar - meðan øll hini antin høvdu verið burturflutt ella bara forsvunnin.

Alt hatta er tíbetur søga - vesturlenska frælsishugsjónin vann og múrarnir um politiska køstin eystanfyri rapaðu.

Farnu árini er kortini vorðið áhaldandi greiðari, at serstakliga Russland og Kina uttan íhald hava sum aðalmál at undirgrava fólkaræði vestanfyri og stig fyri stig ota seg inn á okkara frælsi og hugsjónir.

Við eittans endamáli, at syndra okkara samfeløg, okkara hugsjónir um frælsi, rættartrygd og mannarættindi.

At hesi londini bæði eru púrasta geld fyri virðing hjá tí einstaka, er politiska virknið atburður hjá Putin og Xi Jinping óhugnalig dømi um.

Tað er greitt avdúkað, at Putin ikki hevur minstu virðing fyri tí einstaka, tá hansara lærhvølpar nú fullkomiliga alment taka politisk mótstøðufólk av døgum - uttan at blunka taka lív við russiska nervaeitrinum novishock.

At Putin í veruleikanum er ovastur í einum mafiasamfelag.

Hesi londini liva av og við lygnunum. Manipulatiónir er amboðið.

Valdstøkan av øllum samfelagnum er aðaltátturin - eingin munur er millum ræðslustýrini, sum eyðkendu atburðin hjá hesum londunum undir kalda krígnum.

Okkara framtíð við fólkaræði, mannarættindum og rættartrygd er ikki givin okkum uttan verju, so langt ífrá.

Tí hava vit, eins og øll lond, sum vilja at vesturlendsku virðini framvegis skulu vera sjálvsøgd hjá okkara børnum og barnabørnum, eina stóra medábyrgd, tá ræður um verjuna av okkara landi og virðum.

Vit kunnu ikki gera tað sjálvi - tað er so sjálvsagt.

Okkara lutur er kortini ikki uttan týdning, vit kunnu ongantíð loyva okkum at vera tað ivandi og veika liðið í vesturlendska verjugarðinum orsakað av, at okkara politikarar spæla machomenn, smartir og ábyrgdarleysir móti okkara grundleggjandi virðum - fólkaræði, mannarættindum, trúðarfrælsi og ikki minst rættartrygd.

Longri er handan søgan tíverri ikki.

So vit mugu forvænta annað úr Løgtinginum, enn tað sum bleiv serverað í kvøld í tíðindasendingini í ÚF.

Bjarni Djurholm

- Aftaná at hava hoyrt innslagið í ÚF, kunnu hesir báðir taka í hondina hvør á øðrum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo