Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hava eftir bestu sannføring borið tíðindini um hvørjar metingar og vónir, ið Jenis av Rana hevði til amerikanska forsetavalið.

Ongin yvirskrift varð tó gjørd frammanundan, sum landsstýrismaðurin rør framundir í lesarabrævi í gjár. Soleiðis arbeiða vit ikki.

Yvirskriftir verða gjørdar loyalt í samsvar við innihaldið í eini samrøðu ella einum innslagi. Jenis av Rana hevur rætt, tá hann sigur, at hann ongantíð segði: “Eg vóni, at Trump vinnur forsetavalið”.

Hinvegin segði hann: ““Á tí kristna og demokratiskt grundaða vølli, sum eg standi á, so ynski eg at tað verða republikanarnir”.

Tí hildu vit tað ikki vera skeivt at siga í yvirskrivtini: “Jenis vónar: Trump vinnur”.

Tað sama ger seg galdandi viðvíkjandi virðisgrundarlagnum. Jenis hevur rætt í tí, at hann ongantíð segði: “Trump hevur sama virðisgrundarlag, sum føroyska landsstýrið”.

Hinvegin segði hann: “Men um tað er Trump ella Biden sum sita við borðið, ja, tað ger mun, tí um vit taka republikanararnar fyrst, so hava teir eitt virðisgrundarlag, sum, viss vit tosa um ta stjórnina, sum situr í Føroyum í dag, tað hóskar væl saman, meðan demokratarnir hava eitt virðisgrundarlag, sum ikki megnar at vera so mótstøðuført móti ávirkanum frá minnilutabólkum, til dømis, sum ikki eru grundaði á fólkaræði.”

Kringvarpið legði ongantíð Jenis av Rana undir at siga, at Trump hevur sama virðisgrundarlag, sum landsstýrið. At ein samgongufelagi tulkaði omanfyri nevndu útsøgn hjá landsstýrismanninum soleiðis, at samgongan hevur sama virðisgrundarlag sum Trump, er so ein onnur søga.

Vit hava ikki havt duldar dagsskráir í hesum málinum. Jenis spyr, hví vit ikki spurdu beinleiðis við nøvnum ella presidentheiti um, hvønn hann ynskti valdan.

Tað áttu vit kanska at gjørt, men vit hildu tað vera óneyðugt, tá valið einans stóð millum Trump og Biden. Yvirskriftin bleiv strammað, men vit gjørdu tað eftir okkara bestu sannføring.

Georg L. Petersen, tíðindaleiðari
Kringvarp Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo