Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í Onglandi fara børn í forskúla 4 ára gomul, og so byrja tey í 1. flokki sum 5 ára gomul. Í einum skúla, vit vitjaðu, Manorfield Primary School, høvdu tey harafturat ein stovu fyri dagstovnabørn í aldrinum 3-4 ár. Tá eg spurdi skúlastjóran, hvussu nógv formlig læring var í fyrstu árunum, segði hann, at í dagstovnastovuni var formliga læringin áleið 5%. Í forskúlaflokkinum var formliga læringin áleið 40%, og í 1.-3. flokki var formliga læringin áleið 70 %. Restin av tíðini fór til ávikavist spæl og sjálvstýrda læring, ið oftast var eitt úrslit av, at starvsfólkini settu ymiskar lutir fram, sum høvdu eitt tema, har børnini sjálvboðið kunnu nýta tíðina. Samanberi eg við føroysk viðurskifti er yvirgongdin frá spæli og sjálvstýrdari læring í dagstovninum til formliga læring í skúlanum nógv harðari.

Eitt, sum eg altíð festi meg við, tá eg vitji flokshøli í primary schools í Onglandi, er, at eg so at siga ongantíð síggi borðini verða sett upp í røðum, ið venda ímóti læraranum og talvuni. Í skúlum í Føroyum síggi eg hinvegin rímiliga ofta, at borðini eru sett upp í røðum, ið venda ímóti læraranum og talvuni.

Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu á Námsvísindadeildini, skrivar - Les meira her 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo