Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú Pedagogfelagið er farið í verkfall, spyrja nógv fólk, hvat stóra “knútapunktið” í samráðingunum er.

Formaðurin í Pedagogfelagnum hevur verið sera varin við at úttala seg um, hvørji mál skilja partarnar.

Í byrjanini av samráðingunum segði formaðurin, at tað var ikki so nógv lønin, sum farið varð eftir hesaferð, men meiri onnur viðurskifti, sum skuldu fáast uppá pláss.

Í tí sambandi kom hugtakið “menniskjaligt haldføri”. Hetta hugtak hevur verið nógv brúkt í royndini at varpa ljós á truplu arbeiðstreytirnar hjá starvsfólnunum á økinum.

Formaðurin, Jógvan Philbrow, segði í Degi & Viku, at Pedagogfelagið kravdi meiri fyrireikingartíð. Hann slóð fast, at kravið var minni tíð á gólvinum, og meir til fyrireiking.

Tað skal ongin ivi vera um, at Hjálparfólkafelagið tekur undir við tí, ið liggur aftanfyri hugtakið “menniskiligthaldføri”.

Hjálparfólkafelagið kann bara ikki góðtaka, at hjálparfólk skulu renna skjótari, og á tann hátt gjalda við haldførinum, fyri at pedagogarnir skulu fáa meira tíð til fyrireiking.

Tað seinasta, formaðurin í Pedagogfekagnum úttalaði seg um, vóru lønarviðurskiftini.

Tað er sera torført at fáa skil á, hvat stóra knútapunktiðer, men alt týðir uppá, at tað er fyrireikingartíðin, sum farið verður í verkfall um.

Arbeiðsgevarirnir hava meldað út, at teir krevja betrisetanartreytir til hjálparfólk, fyri at tryggja stabilitet á økinum.

Hetta eru viðurskifti, sum Hjálparfólkafelagið hevur víst á. Viðurskifti, sum bøta um haldførið hjá hjálparfólkum, og tryggja betri stabilitet á økinum.

Betri setanartreytir til hjálparfólk stríðir hinvegin beint ímóti lógum Pedagogfelagsins, sum sigur, at endamál og virki felagsins er at virka fyri, at fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv, hvørs uppgáva er at menna børn og ungfólk, eins og tilkomin, sum hava tørv á pedagogiskari menning.

Okkara vón er, at arbeiðsgevararnir halda fast við kravið um betri setanartreytir til hjálparfólk.

Umleið tveir triðingar av limunum í Pedagogfelagnum eru hjálparfólk, og er tað tí ein stórur kjansur hjá Pedagogfelagnum at taka, um tey ikki eftirlíka kravinum frá arbeiðsgevaranum um betri setanartreytir.

Hjálparfólkafelagið varð ikki sett á stovn fyri at arbeiða ímóti Pedagogfelagnum. Felagið var stovnað fyri at arbeiða fyri betri løn og rættindum til hjálparfólk.

Nevndin í Hjálparfólkafelagnum er av teirri fatan, at verkfallið ikki er ikomið av krøvum til hjálparfólk, men at tað er fyrireikingartíð til pedagogarnar, sum er stóri knúturin.

Tað sigur seg sjálvt, at Hjálparfólkafelagið ikki kann senda sinar limir út í eitt verkfall, sum kann viðføra, at hjálparfólk skulu renna skjótari enn tey longu gera. Hetta stríðir beint ímóti hugtakinum “menniskjaligt haldføri”.

Nevndin í Hjálparfólkafelagnum vil í verandi støðu á ongan hátt mótarbeiða Pedagogfelagnum, og hava vit tí heitt á limir felagsins, um ikki at taka upp verkfallsrakt arbeiði.

Hjálparfólkafelagið
Sámal Hansen

formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo