Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað er at fegnast um, at ein føroysk fyritøka – SEV – er innstillað til norðurlendska heiðursløn í sambandi við sítt umhvørvisvinarliga virksemi.

Ikki fyri á nakran hátt at niðurgera SEV og tess kós seinnu árini við í nógv størri mun at framleiða el úr varandi orkukeldum.

Men tað undrar, at tað er eitt einsamalt SEV sum heystar heiðurin og ikki eisini Røkt, sum á sinni nokk so einsamalt trúði upp á, at tað væl læt seg gera at framleiða el úr vindorku.

Røkt hevur jú verið við til at útvega týdningarmestu royndirnar at framleiða el úr vindorku í Føroyum og harvið verið við til at skapt grundarlag fyri, at Føroyar eru so frammarlaga á hesum øki.

Eins og Røkt var í fremstu røð, tá tað snýr seg um vindorku, so hevur Røkt eisini áhaldandi arbeitt við og víst á møguleikan at kombinera vind og vatn, soleiðis at el-framleiðslan í Føroyum so at siga bert nýtist at verða framleidd úr varandi orkukeldum.

Umframt at hetta eisini sum frálíður kann verða galdandi fyri upphitingina av øllum bygningum í Føroyum.

Er tað ov seint at mæla til, at Røkt kann fáa lut í innstillingini til norðurlendsku heiðurslønina, so eiga myndugleikarnir í Føroyum at vísa Røkt tann ans og heiður, sum tilkemur einum slíkum slóðbrótandi felag.

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo