Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í seinastuni hevur ein áhugabólkur, ið nevnir seg felagið ”Grannalív”, í fleiri førum gjørt vart við sína ónøgd um at Tórshavnar býráð ætlar at loyva bygging av parkeringshúsi í teirra grannalagi.

Einhvør er sær sjálvur næstur og, eins og í hesum føri, royna íbúgvarnir at verja seg og egin áhugamál. Tað er náttúrligt og vildu flestu okkara eisini gjørt tað um broytingar í okkara grannlagi vildu broytt munandi um umstøðurnar til tað verra fyri okkum sjálvi.

Men er tað nú endamálið hjá býráðnum við ætlanini um parkeringshús í miðbýnum?

Tað meti eg ikki. Eg meti hesa ætlan vera eitt stórst framstig tá talan er um skipaði parkeringsveiðurskifti í økinum. Ein ætlan, ið er til gagns fyri allan miðbýin eins væl og fyri íbúgvarnar í grannalagnum.

Nú kenni eg økið væl, ið talan er um, og tað er ein sannroynd, at einans tvey -í mesta lagi kanska trý- av húsunum hava egin parkeringspláss. Við øðrum orðum er talan um íbúgvarnar í økinum, ið hava eins stóra ábyrgd av ruðuleikanum í Kongagøtu og niðara parti av Tinghúsvegnum og Lucas Debesargøtu og Tórshavnar býráð. Ein sannroynd er eisini, at flestu húsini í økinum eru dagførd, og onkur teirra á slíkan hátt, at íbúðir eru komnar afturat í húsunum. Enntá er íbúðarhús við 6-8 íbúðum í ger í økinum í løtuni. Parkeringsplássini eru ikki økt í tali í hesum sambandi og bilarnir, ið hoyra til økið eru framvegis parkeraðir á almennu vegunum og nú, og frameftir, ivaleyst í enn størri tali enn áður. Fakfeløg, virkir og enntá ein bilstøð halda eisini til í økinum. Virksemið, ið krevur parkeringspláss.

Ferðslan í høvuðsstaðnum er nógv økt seinastu árini og parkeringsplássini eru ov fá. Tað er ein sannroynd.

Hvat er tá at gera?

Skal býráðið seta avmarkingar fyri koyring hjá øðrum enn íbúgvunum í miðbýnum? Skal tað sindrið av handilslívi, ið eftir er í miðbýnum, niðurlagast? Skal miðbýurin frameftir verða ”sovibýur» á sama hátt, sum Hoyvíkshagin og Norðasta Horn?

Samanumtikið meti eg at parkeringshús millum Bøkjarabrekku og Kongagøtu er ein góð loysn. Kanska ikki í tí skapi, ið higartil hevur verið at sæð, men við skilagóðum loysnum fáa øll -eisini grannarnir- gleði av hesi nýhugsan.

Vinarliga
Tilkomin havnarmaður, ið við gleði minnist yðjandi lívið í miðbýnum fyri 20-30 árum síðan

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo