Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sá í sjónvarpinum, at SEV stjórin Hákun Djurhuus saknaði, at sethúsaeigarar ikki eru nóg skjótir at taka ta grønu orkuna til sín, og at tað var við til at útseta byggingina av eitt nú ”Pump Storage" skipanini í Vestmanna”.

Hann sigur eisini, at nú er endiliga ein skipan komin, ið gevur grønum orkukeldum ein bíligari streym, og hvat hann veit, um skuldi tað givið eina rentabla drift fyri brúkaran

Hákun Djurhuus hevur áður nevnt, at tað í Føroyum eru áleið 1000 hitapumpur í drift, og at tað vóru umleið 100, ið høvdu søkt um at fáa bíligan streym, men enn høvdu ikki øll fingið játtandi svar.

SEV hevur víst til, at hitapumpur skulu lúka krøvini (í byggikungerðini 2017 § 8.6.4 Hitapumpur og køliútbúnaður “EU-forordning nr. 813/2013/EU” og “EU-forordning 206/2012/EU”), um bíligur streymur skal kunna veitast til hitapumpur.

Allar nýggjar hitapumpur, tvs. jarðhitaskipan, luft/vatn hitaskipan ella luft/luft hitaskipan, ið eru uppsettar eftir nýggju BK 2017, hava nokk ikki teir stóru trupuleikarnar at blíva góðkendar av SEV, men hvat við teimum hitapumpum, ið eru uppsettar áðrenn BK 2017?

Undirritaði skifti ketilin út við luft/vatn Toshiba varmapumpu í 2007, ein investering fyri áleið 80.000 kr.

Hon skuldi verða afturgoldin á uml. 7 ár við táverandi SEV prísi. Forbrúkið á mínari varmapumpu liggur um 15.000 KWh/ár.

Við einum forbrúki millum 10.000 og 100.000 KWh/ár eru prísirnir fylgjandi.
SEV prísir 2005:    1.03 kr/KWh u/MVG    Fast gjald: 1280 kr. u/MVG
SEV prísir 2018:    1.43 kr/KWh u/MVG    Fast gjald: 1280 kr. u/MVG
Munur: (Øking)    0.40 kr/KWh u/MVG

Um eg hevði eitt KWh forbrúk niðanfyri 10.000 KWh/ár, hevði fasta gjaldið verið 480 kr. u/MVG. Tað vil siga, at sparingin hjá okkum við at skifta til grøna orku er deilvís uppeting av prísøking á KWh og meirgjaldinum í tí fasta gjaldinum pga. einum forbrúki omanfyri 10.000 KWh.

Tað loysur seg ikki at investera í eina grøna orkukeldu, um húsini ikki eisini eru bygd og isolerað til endamálið.

Nú er varmapumpan hjá okkum 12 ára gomul og hevur koyrt feilfrítt øll árini, men alt hevur eina livitíð, eisini varmapumpur, og nú er tað so hent, at kompressarin hevur takkað fyri seg, og hevur tað viðført ein reperatiónskostna á gott 22.000 kr í deilum og arbeiðsløn.

Eg havi roynt at kanna, hvat skal til fyri at fáa mína varmapumpu góðkenda til bíligan streym, men enn er ikki eydnast mær at fingið svar, hvussu ella hvar eg kann fáa eina góðkenning.

Tað eru møguliga eitt stað ímillum 700 og 800 varmapumpur monteraðar frá 2000 til 2017, áðrenn Bygningskungerðin 2017 kom í gildi. Eftir BK.2017 kungerðini eru tað ikki nógvar av hesum varmapumpun íð kunna góðkennast og harvið eru útilokaðar, at fáa bíligan streym til keyps.

Hví er ein varmapumpa, ið er keypt áðrenn BK.2017 minni grøn enn ein, ið er keypt eftir BK.2017?

Eg haldi, at hetta við góðkenningini bert er ein undanførsla hjá SEV fyri at sleppa undan at levera bíligt til alt for nógvar brúkarar. Tað viðførir jú minni inntøku til SEV.

Eg eri komin til ta niðurstøðu, at tann grøna orkuskipanin, ið varð uppsett heima hjá okkum í 2007 hevur ikki kostað minni at drivið enn ein ketil við oljufýr hevði havt kostað.

Um man so tekur tann meirkostnaðin við, ið tað kostar at skifta kompressara ca. 12 hvørt ár, so verður tað í krónum og oyrum ein størri útreiðsla við tí grønu hitaskipanini í mun til oljufýringina.

Umhvørvismessiga kann tað nokk gera tað sama, um eg fýri við reinari gassolju við hús, ella um SEV fýrir við skitnari tungolju á Sundi.

Um land og kommunur ikki vilja vera viðvirkandi til at gera tað nemmari hjá húsaeigarum at fáa góðkenning til bæði verandi og komandi grønu orkukeldum og at virka fyri einum lægri EL prísi og einum lægri fastgjaldi, enn tann ið SEV hevur ásett til grøna orku, so vil eg ikki viðmæla nøkrum at skifta oljufýringina út við eina grøna hitaskipan.
    
Aksel Petersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo