Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um ikki so nógv økir vóru stongd, hevði tað komið 2 -3 ferðir so nógvur toskur og hýsa upp á land hesi seinastu árini, tá hevði toskurin ikki etið nebbasildina, hvítingsbróðir, toskayngul, krossfiskar og krabbadjór o.a. upp so skjótt, og tað hevði verið meira føði til hvønn einstakan tosk, tá kundi man tosa um, at toskastovnurin bleiv væl røktur.

Um ikki loyvt blívur at fiska nógv meira á Føroya banka, blívur føðin skjótt etin upp, so blívur eisini hungursneyð har og toskurin doyr.

Onki er hoyra um at Havstovan hevur gjørt nakrar stovnsmetingar inni á fjørðinum, at kanna hvussu nógv av slánum, er komið inn undir land fyri at finna føði, fyri at sleppa undan hungursneyð og doyggja í hungri.

Toskur er sum alt annað livandi, etur minni, minni hann er, og má eta meira, meira hann veksur, men tá toskurin er fullvaksin, blívur hann við at eta líka nógv, men fitnar eitt sindur, toskurin skuldi blivið fiskaður áðrenn, fyri at fingið eina burðardygga veiðu.

Øll vita at náttúran hevur størst ávirkan á fiskaríið, men vit kunnu hjálpa náttúruni, uppá sama máta sum bøndur gera.

Øll vita tað ber ikki til at sleppa 1.000 seyðum í ein haga, sum bert hevur føði til 100 seyðir, bøndur vita, um teir ikki røkja stovnin burðardygt, blívur allur seyðurin rak, og bert sterkastu yvirliva. Tað er lítið av føði um veturin, tí fletta bøndur eisini um heystið.

Tað blívur eisini sagt, at toskurin ikki flytur, hví kenur Havstovan so ikki við einari frágreiðing, um hvar allur tann stóri toskurin kom fyri í 2015 og 16?

Tá segði Havstovan, at ongin toskur var á Føroya grunninum, tí veiðitrýstið var ov stórt.

Sjálvt í 2017 kann lesast, í Sjóvarmál síðu 42, hvussu illa toskastovnurin er fyri.

http://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2017/Sjovarmal2017.pdf

https://youtu.be/v-nBpIyjidc

15 05 2020
Eyðun Hansen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo