Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Oddagrein í Skúlablað nr 2, 2019: “Unions have been the only powerful and effective voice working people have ever had in the history of this country,” sigur navnframi amerikanski sangarin og sangskrivarin, Bruce Springsteen.

Í Føroyum eru vit framvegis í tí hepnu støðu, at nógv tey flestu, sum arbeiða innan eitt ávíst fakøki, eru limir í avvarðandi fakfelag. Støðan hjá okkum er sermerkt. Í Norðurlondum hevur skipanarstigið (organiseringsgrad) leingi verið høgt, men seinnu árini hevur limatalið verið fallandi. Tað eru serliga tey ungu, sum ikki halda, tað er neyðugt at lima seg inn í eitt fakfelag. Hetta er ein ræðandi gongd, tí søguliga hava fakfeløgini tryggjað løntakarum høga vælferð og verið við til at skapa tann javna, sum eyðkennir Norðurlond í dag.

Enn er tað so, at hóast tú ikki ert limur í fakfelag, so kanst tú ókeypis njóta tey rættindi, sum fakfelagsrørslan hevur vunnið. Tað er so skjótt, at tú í tankaloysi heldur, at løn, eftirløn, arbeiðstíð, frítíð, løn undir sjúku, barsil, rættindi í sambandi við sjúk børn, rættindi í sambandi við uppsøgn, seniorskipanir o.a. er íkomin av sær sjálvum, ella kanska, tí vit hava so skilagóðar og hjartagóðar arbeiðsgevarar og politikarar. Men hetta er ikki so. Øll hesi rættindi eru vunnin í hørðum stríði. Arbeiðsgevarar og politikarar hava verið noyddir at taka fakfeløgini í álvara, júst tí feløgini hava umboðað so stóran part av arbeiðstakarunum. Styrkin hjá fakfeløgunum er skipanarstigið.

Í grannalondunum er vælgrundaður ótti fyri, at um skipanarstigið sum frá líður fer niður um eitt minstamark, so er ikki so átrokandi hjá arbeiðsgevarum ella politikarum at lurta eftir fakfeløgunum, og í ringasta føri verður ikki neyðugt at samráðast heldur. Tað eru tey, sum so hástór siga, at fakfeløg eru farin av móta, og at hvør einstakur kann avtala sína egnu løn. Men hetta er sjálvsvik, tí slík framíhjárættindi unnast bara teimum fáu og oftast bara teimum, sum eru í lønarflokkum, sum vanligir løntakarar ikki ein gang tíma at droyma um. Trygdin hjá vanliga løntakaranum er og fer framvegis at vera samhaldsfesti.

Flestu fakfeløg hava limafyrimunir eitt nú við samhaldsføstum tryggingum, og so er fakfelagið sjálvsagda staðið, har limir í trúnaði kunnu venda sær við fyrispurningum og størri og minni avbjóðingum. Tað er tó í stóran mun ein samvitskuspurningur, um tú limar teg inn í eitt fakfelag ella ikki. Men tað er ein fátæksligur hugburður at lata onnur rinda og síðan sjálvur fáa ágóðan. Í grannalondunum lýsa sokallaðu “gulu” fakfeløgini við lægri kostnaði enn vanligu fakfeløgini, og tað er gaman í, tí tey kunnu uttan útreiðslur brúka sáttmálarnar, sum onnur feløg hava samrátt seg til ella vunnið í verkfalli.

At kalla allir lærarar í fólkaskúlanum eru limir í Føroya Lærarafelag. Hetta er fremsta styrkin hjá felagnum. Føroya Lærarafelag eigur framhaldandi at fremja ábøtur á løn og arbeiðsviðurskifti hjá fólkaskúlalærarum, umframt at verja vunnin rættindi. Og Føroya Lærarafelag eigur framvegis at vera staðið, sum lærarar tryggir venda sær til, tá okkurt leikar á.

Herálvur Jacobsen
formaður í Lærarafelagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo