At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undanfarna samgonga avgjørdi, at geva samkyndum rættindi í dagsins samfelag, sum tey áður ikki høvdu.

Hetta var gjørt við at geva teimum innivist í hjúnabandslógini sum var broytt tilsvarandi.

Nú tá vali er av og fólkið hevur talað, gevur hetta greitt til kennar, at hetta ikki var rætti mátin, at loysa hetta mál.

Ein háttur at loyst hetta viðbrekna mál kundi verið, at ein lóg verður smíðað sum hóskandi kundi verið nevnd “Lóg um parlag.”

Smb. Sprotanum: tvey sum hoyra (meir el. minni) saman, samstøða av tveimum.

Henda lóg eigur at tryggja tvey av sama kyni tey rættindi tey hava fingið við lógarbroytingini sum er gjørd og kundi hóskandi fingið afturat sømdir um endurgjald í samband við barnsburð, sum hevur verið eftirlýst.

Um hetta verður gjørt verður máli loyst og vit fáa frið á økinum í hesum annars eyma máli.

Lógin kundi hóskandi verið umsitin av bygda/býráði og Politistøðini.

Um hetta verður gjørt, sleppur fólkakirkjan  og fríkirkjur  undan, at hugsa um hetta tí ,at tey  als einki hava við máli at gera.

Lógin um hjúnaband eigur, at vera óbroytt millum mann og kvinnu.

Vit eiga at hava eini føroyska loysn fyri føroyingar. Ein breiður meiriluti á tingi eigur sjálvsagt, at kunna taka undir við hesum. 

Ein lóggáva eigur, at tryggja rættindi og karmar.

Tað er hetta skrúðgongan hjá LGBT hevur eftirlýst nú hesi seinastu árini.

Hesi rættindi eiga tey at fáa við hesi lóg sum ikki setur seg upp móti tí siðbundnu fatan av hjúnabandinum.

Jóhan P. Højgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo