Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Gott at síggja, at Norlýsið endiliga, við trýsti frá borgarum, hevur valt at seta sjóneykuna á vanliga viðlíkahaldsarbeiði og liðugtgerð í kommununi, eftir at virknir borgarar hava tikið stig til Facebook síðuna “Klaksvík – Rís og rós”, og nú eisini átakið “Nokk grivið – gerið liðugt.”

Jóhann Lützen skrivar: Nú stundar til kommunuval og tað, sum býráðið einamest treingir til eru árvaknar býráðslimir, sum hava fingurin á pulsinum og lurta eftir trupulleikunum hjá borgarunum. Ein afturvendandi forðing fyri at loysa trupulleikar er sjálvandi tvørrandi fígging, men fleiri trupulleikar eru eisini, sum kunnu loysast púra ókeypis, til dømis viðvíkjandi parkering, og fyri lítið og lætt, at tryggja skateboard-rampuna. Í hesum førunum skal næstan bara vilji til.

Hví bíða til eftir kommunuvalið.

Nýtt býráð tekur ikki við fyrrenn 1. januar 2021. 2020 er júst hálvrunnið, tí eiga vit ongantíð ov skjótt bøta um nøkur av hesum átroðkandi málum, ið nevnd verða í greinini.

Havi ferð eftir ferð gjørt vart við, hvussu lítlan part viðlíkahald og liðugtgerð hevur fingið av inntøkuvøkstrinum hjá kommununi seinastu 8 árini.

Eisini havi eg, og vit í minnilutanum, víst á, hvussu vantandi planlegging og stýring av stóru verkætlanum, hevur tikið bæði tíð, fólk og fígging frá hesum arbeiði.

Í strembanini eftir stórum verkætlanum hevur býráðsleiðslan niðurraðfest vanligt viðlíkahald og liðugtgerð.

Stórar verkætlanir eru neyðugar fyri menningina av kommununi, men samstundis sum nýggj átøk verða gjørd, er allatíðina umráðandi at fígging verður avsett til at halda viðlíka.

Allar nýggjar verkætlanir hava rakstur við sær, tí er so umráðandi at fígging til henda partin fylgir við, so hvørt sum inntøkurnar økjast og nýggjar verkætlanir verða framdar.

Býráðspolitikarar hava ábyrgdina av at játta peningin, men tað er býráðsleiðslan, borgarstjórin saman við forkvinnum og -monnum, ið eigur at hava “fingurin á pulsinum”.

Býráðsleiðslan hevur fulla ábyrgd av at fáa málini ígjøgnum skipanina, so borgararnir, sum vit umboða, kenna seg hoyrdar.

Hetta hava vit í minnilutanum roynt at gjørt vart við, og vænta, nú Norðlýsið er komið inn í dystin, at okkurt fer at henda heilt skjótt.

Jú fleiri vit eru, ið síggja hesar avbjóðingar, jú betri.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo