Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Ólavsøkukabarettin: Nú Ólavsøkan er flutt úr miðbýinum út á býlingarnar kring Havnina,

So hugsa vit: Hví ikki halda Ólavsøku kring allar Føroyar ísenn?

Og, við eini stroymdari Ólavsøkukabarett, kunnu allir føroyingar savnast um ta góðu satiruna.

Og tað verður við teirri háaktuellu satiruni, so sum vit kenna hana, at Ólavsøkukabarettin 2020 kemur við. Ongin skal føla seg skotsikran.

Ótrúliga nógv er hent teir seinasti 12 mánarnir; og vit vilja veita eina terapeutiska viðgerð av teimum samfelags rákunum, sum hava tyngt okkum hesa tíðina... Sjálvandi, við prikandi skellilátri!

Tað er TAÐ, sum ein góð satira skal vera før fyri, og tað er TAÐ, sum kabarettin altíð hevur strembað eftir; líka frá tá, at hon fór av bakkastokki fyri einum hálvum mansaldri síðani.

Orsaka av støðuni í ár, fær fíggjarætlanin hjá kabarettini eitt heldur øðrvísi skap. Serliga er inntøkugrundarlagið broytt.

Og nú kemur tú inn!

Tí, stuðlar tú Ólavsøkukabaretini 2020, so ert tú við til at tryggja, at kabarettin verður filma og stroyma út í øll landsins heraldshorn.

Stuðulin, ið kemur til okkara umvegis hópfíggingina, fer óskerdur til at løna sjónleikarar, og onnur, sum eru við í henni.

Og her hava tit leinkjuna til hópfíggingina:

www.hopfigging.fo/project/view/62

Takk fyri stuðulin – og góða, brátt komandi, Ólavsøku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo