Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jóhanna á Bergi sigur at nú eru tað tríggir dagar, har tað ikki ber til hjá suðuroyingum at ferðast sama dag.

Men hetta er ikki rætt. Tað er bert ein dagur í vikuni, har tað ber til hjá suðuroyingum at ferðast sama dag og tað er fríggjadag. Allar hinar dagarnar passa antin fráferð, ella koma ikki við siglingina hjá Smyrli.

Jóhanna á Bergi sigur, at tey eru hart rakt av Koronu og tí er ikki grundarlag fyri meiri enn einum flogfari leygardagar og sunnudagar nú í februar og til síðst í mars.

Men eru starvsfólk hjá AA veruliga so leingi í Korona-sóttarhaldi, í mun til vanlig fólk í Føroyum?

Hon sigur samstundis, at tey fáa rættiliga nógvar áheitanir í sambandi við ferðaætlanina frá alskyns áhugabólkum, men at tað er ógjørligt at ganga øllum ynskjum á møti.

Eg veit, at AA í løtuni flýgur nógvar ski-touristar til Italia, Eysturríki og Fraklands. Er tað ynski hjá hesum áhugabólkum sum AA tekur fram um ynskini hjá suðuroyingum?

Eitt dømi er, at leygardagin tann 12. februar lendu tvey flogfør hjá AA (RC7026) kl. 21:00 úr Turin (Italia) og AA (RC7010) úr Innsbruck (Eysturríki) í Københavns lufhavn. Er hetta grundin til at flogfarið hjá AA skal flúgva so seint á kvøldi heim til Føroya leygardag?

Nú veit eg ikki um “Fake news” hjá Donald Trump, eru blivin ein so týðandi partur av veruleikanum, at fólk halda, at tey uttan at blunka kunnu siga ósatt, og ikki skulu standa til svars fyri tí.

Torri Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo