Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú styttist til 1.maj og gleðist eg um, at Jósup aftur fer at sigla millum Sørvág og Mykines. Øllum kunnugt, eru og vera helst ongir útlendingar í Føroyum í summar.

 

Eg vil tí heita á SSL og okkara samferðslumálaráðharra, at seta ferðaseðlaprísin millum Sørvág og Mykines nidur aftur á kr. 120,- aftur og fram, sum skjótast.

 

Tað er mær enn ein gáta, at tað skal kosta 200,- kr. at sigla úr Sørvági til Mykines og til samanbering kr. 80,- úr Tórshavn til Suðuroynna, ein túrur, sum tekur 2 tímar. Tað kostar einans 40,- kr. til hinar útoyggjarnar.

 

Hjálp nú okkum, sum liva av ferðavinnu í oynni og teimum, sum hava tilknýti og summarhús har og set prísin niður. Sum nú er, er dýrasta oyggja at ferðast til í Føroyum, Mykines.

 

Eg vóni, at føroyingar fara at leita sær til Mykines í summarfrítíðini, men hesin ferðaseðlaprísurin er sera kappingaravlagandi.

 

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo