Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Enn einaferð verður fólkaatkvøðan í Føroyum umrødd. Skyldmaður mín Johan Petersen heldur grýtuna á kóki, og takk skal hann hava fyri tað.

Men tíverri hevur hann ikki heilt fingið fatur í tí rætta endanum.

Tá var skipanin í Føroyum soleiðis, at fyri at tað, løgtingið hevði samtykt, skuldi koma í gildi, skuldi amtmaðurin góðkenna samtyktina.

Tað var tí ikki nóg mikið fyri at fáa fólkaatkvøðu í lag at teir 12 sambands- og javnaðarmenninir á tingi atkvøddu fyri fólkaatkvøðuuppskotinum.

Tá teir høvdu samtykt tað varð tað sent til amtmannin. Hann skuldi taka støðu til um uppskotið eftir hansara tykki var í lagi.

Amtmaðurin stóð undir forsætisráðharranum, og spurdi hann tí hjá sínum yvirmanni um tað var í lagi at góðkenna uppskotið og fáa tað prentað so fólk kundu vita hvat tey høvdu í at velja.

Forsætisráðharrin fekk alt uppskotið, eisini ásetingina um, at bert seðlar, sum annaðhvørt høvdu kross fyri stjórnaruppskotinum ella loysing skuldu vera taldir við tá gerast skuldi upp.

Tað stóð tí í lógini, sum forsætisráðharrin skuldi taka støðu til, at ógildigir atkvøðuseðlar ikki kundu ávirka úrslitið.

Hetta var slíkt álvarsmál, at forsætisráðharrin ikki helt at hann kundi góðkenna tað uttan at tað var lagt fyri allar teir flokkar, sum vóru umboðaðir í fólkatinginum og landstinginum. Teir tóku allir undir við uppskotinum, og so sendi forsætisráðharrin fjarrit til amtmannin um at lýsa lógina.

Tað var tí danska stjórnin sum setti lógina í gildi og ásetti at bert teir seðlar, sum høvdu kross annaðhvørt fyri stjórnaruppskotinum ella fyri loysing skuldu telja við.

Tað er tí løgið, at nakar kann siga annað enn at hetta var ein fólkaatkvøða sum var fyriskipað av donsku stjórnini.

Teir føroyingar, sum vóru stjórnarhallir, viðurkendu eisini at her var einki at rafla um. Hetta var galdandi bæði fyri Andras Samuelsen og Petur Mohr Dam.

Hetta kann lesast í samtíðarskjølum sum eg havi endurprentað í bók míni "Fólkaatkvøðan 1946", so tað er einki loyndarmál longur.

Tað var ikki fyrr enn seinni, tá stjórnin skifti støðu, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru at royna at hjálpa henni við at avnokta veruleikan, sum er tann, at stjórnaruppskotið fekk 49% og loysing 51%, og at danska stjórnin, sum hevði útskrivað fólkaatkvøðuna, tí tann dagin í dag hevur skyldu til at fylgja úrslitinum og ikki hevur rætt at selja okkum.

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo