Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Drúgv kanning kring Corona farsóttina frá juni mánaða í ár varð 10. august løgd alment fram á granskingarportalinum Elsevier og kunngjørd á www.sciensdirect.com.

Kanningin er flokkað innan ”Toxicology Reports” og gjørd av granskarunum Ronald N. Kostoff, Daniela Calina, Darja Kanduc, Michael B. Briggs, Panayiotis Vlachoyiannopoulos, Andrey A. Svistunov og Aristidis Tsatsakis.

Heitið á kanningini er: ”Why are we vaccinating children against COVID-19?”

Frágreiðingin setur spurningar í samband við Covid-19 vaksinur til børn, og vísir til at langt stórsti partur av deyðsføllum kemur fyri hjá eldri fólkum sum frammanundan hava ymiskar aðrar sjúkur, meðan deyðsføll vegna vaksinu til børn so at siga ikki finnast.

Kanningin viðgerð ikki broytingar í sjukueyðkennum, ið kundu geva ávaringar um øktan møguleikan fyri álvarsomum sjúkum, men undirstrikar tó, at langtíðarárin, ífall slík vísa seg álvarsom, vilja verða borðin av børnum í fleiri áratíggju.

Frágreiðingin sigur eisini frá, at tað eru 5-falt so nógv sum lata lív av Covid-19 vaksinering innan aldurbólkum frá 65 ár og meir, og at vandin fyri deyða fellur munandi javnt við lægri aldri.

Kanningin staðfestir góðar 15 mánaðir eftir at Corona farsóttin varð lýst frá WHO, og grundað á úrslit frá tal av smittaðum og vaksinuviðgjørdum í USA í 8 mánaðir har umleið 170.000 fingu fyrsta prikið og av teimum 80% annað prikið. Umleið 600.000 hava latið lív vegna smittu og umleið 6.000 vegna vaksinu. Kanningin staðfestir víðari at:

1. Stórsti partur av Covid-19 deyðsføllum eru at finna hjá eldri fólkum, ið hava ymsar aðrar sjúkur.

2. Covid-19 deyðsføll hjá børnum koma so at siga ikki fyri.
3. Kanningar fyri hjáárin fevndu um stutt tíðarskeið.
4. Kanningar staðfestu, av góðum grundum, ikki møgulig langtíðarárin við atlitum til børn.
5. Stórt tal av deyðsføllum síggjast í stutt tíðarskeið.

Kanningin greinar í stuttum hvat ein vaksina er fyri heiluvágur og hvat endamál slíkur hevur ella er ætlaður til.

Ein vaksina er staðfest sum heiluvágur ætlaður til fólk at fyribyrgja eina ella fleiri sjúkur. Víst verður til eina vaksinu patent umsókna frá ár 2000 har orðingin: ” blanding ella samenseting av evnum, sum eftir at verða sprøytað inn í eitt djór, hevur við sær økt móstsøðuføri móti smittandi bakterium ella virus o.t.” Orðingin varð ikki góðtikin av amerikanska patentmyndugleikanum, ið vísti til, at mótstøðuføri grundað á vaksinu eigur at verða meira enn bert at betra mótstøðuføri, og av røttum eigur at vera ein fyribyrging móti sjúku.

Kanningin hevur støðið at insprændi ”heiluvágurin” í Covid-19 vaksinuni hvørki fyribyrgir smittu frá bakteriu ella virus og eiheldur at smittað ikki verður borin víðari til aðrar persónar.

Støðið hjá granskarunum til spurningin ”Why are we vaccinating children against COVID-19?” er:

1. At lýsa uppruna til Corona farsóttina sum hevur ført til víðfevnda vaksinering av heimsins borgarum.

2. At lýsa kanningarnar sum voru grundgeving fyri at fáa skundloyvi frá FDA til vaksinering av størri fólkamongd.

3. At lýsa hví kanningar ikki góvu forsøgnir til hvørki álvarsemið í óynskum hjáárinum, sum hava víst seg, og enn minni teir skaðar vaksinurnar høvdu við sær. Tikið verður samanum hópvaksinering og óynskt hjáárin og løgd verða fram lívfrøðilig prógv, ið styðja undir ítøkiliga stóra talinum av óynsktum hjáárinum í miðal- og longri tíðarskeið.

4. og 5. Tikið verður samanum og niðurstøða gjørd, og vísir ein varislig meting millum fyrimun og vansar við Covid-19 vaksinu mótvegis onga vaksinu og nátúrligt mótstøðurføri, at møguleikin er 5 falt størri at doyggja orska vaksinu enn av smittu og uttan at verða vaksinerað.

Grundað kanningina íkoma tvey ivamál. Fyrsta er at eingi hagtøl vísa nakra grundgeving fyri at vaksinera fólk undir 40 ár, meðan tað so at siga einans eru eldri og veik við øðrum sjúkum, sum vísa seg mest sárbar. Og óansæð varð Pfizer vaksinan í USA góðkend til nýtslu til børn í 12- 17 ára aldri, og enntá við ætlan at vaksinera pinkubørn niður í hálvt ára aldur innan januar 2022.

Hví er slíkur skundur at vaksinera ein aldursbólk har so at siga eingin vandi fyri álvarsamari sjúku kann staðfestast. Sjálvt um vaksinuvirknaður og hjáárin bert vóru kannað í nakrar mánaðir, verður spurningur settur um álit til stutt kanningartíðarbil.

Fleiri granskarar vísa til kanningarúrslit frá stuttum tíðarbili, og eftirlýsa tí møguleikanum at álvarsom langtíðar hjáárin kunnu íkoma har tørvur verður á enn meira heiluvági og vaksinu, og at aðrar álvarsamar sjúkur og hjáárin kunnum íkoma í fleiri mánaðir og ár eftir viðgerð.

Sagt verður m.a. í niðurstøðuni, at at verða álvarsom hjáárin at vísa seg yvir eitt longri tíðarskeið, verða tað børn sum koma at bera stórsta partin av sjúku og líðing.

Tað sær ikki út til, som orðað verður í niðurstøðuni, at nakar fyrimunur er at finna við vaksinu til børn og ung, og at talan tí einans er um vansar.

##med2##

Synd at siga, men okkara heilsumálaráðharri Kaj L. H.Johannesen, hevur opinbart ikki ánilsi fyri at hann ger seg álvarsamt inn á Føroya unga ættarlið, ið kann fá ovurstórar og alvarsligar trupulleikar í framtíð teirra. Heilsuárin vísa seg fyri tilkomin og eldri, ið verða vaksinerað, og í styttri tíðarbil har mótstøðuføri versnar mánaða fyri mánaða, og tí við enn eini vaksinu. Nátúrliga mótstøðuførið versnar, er prógvað, og hevur álvarsamt arin og skaðar í endurbygging av tí náturliga mótstøðuføri, sum øll mennisku hava.

At landslækni, heilsumálaráðharri og farsóttarnevnd skulu brúka ókenda og ikki roynda vaksinu til smábørn, fyri at hesi ikki skulu verða rakt av teim avmarkingum sett verða í verk í teirra gerandisdegi....ikki tí...børn verða sjálvdan, fyri ikki at siga aldrin, álvarsligt rakt av Koronu....men óansæð, so dittar sær ein lítil bólkur av monnum at heimila at brúka ílegubroytta vaksinu til smábørn.

Her kunnu brúkast rættuliga sterkar orðingar um tað ætlan og ikki minni fullkomnu tápuligu grundgeving (undanførðslu?) heilsumálaráðharrin leggur fyri dagin, men kann so vónast at allar familjur við børnum vakna og blankt nokta fyri at teirra børn skulu luttaka í einari vaksinuroynd har avleiðingin kann gerast so óguvslig fyri teirra framtíð, at Kaj L. H. Johannesen, landslæknin og farsóttarnevnd, koma at angra tað til teirra doyggjandi dag. Men..... børnini bóru kostnaðin og fingu sína tilveru og lív lagt í oyði.

Eg kann mæla til at fáa sett eitt fútabann móti ætlanini og heimildini hjá heilsumálaráðharranum at loyva vandamikla og ikki roynda vaksinu á Føroya børn og ungdóm, og at eingin vaksinering skal setast í verk so leingi eingi prógv eru at henda ikki hevur langtíðar og álvarsamar heilsuskaðar við sær.

Kanningin ”Hví skulu vit vaskinera børn móti Covid -19” er at finna her:

https://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S221475002100161X?fbclid=IwAR2ZKpN3sOoK788OVeJ48B-hFtQigL6yFHPRVnQlOSV9GRlDphWZUdtjVoo

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo