Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjadagin 22. mars er Sport24 á Tvøroyri karmur um fleiri tiltøk fyri alla familjuna. 

Tað er í sambandi við at handilin hevur økt um handilshøli, at tey saman við Hvistuni og Klovninum BUBU, hava tiltøk fríggjadagin. 

Klovnurin BUBU, ið nýliga er komin við nýggjum ljóðlæru tilfarið steðgar ikki so, tí nú venur hann til stóra tiltakið Royal Run, ið verður í Klaksvík 1. juni.

Í sambandi við at BUBU venur til Royal Run, so hevur hann saman við Rørslufelagnum Hvistuni í Suðuroynni, skipa soleiðis fyri at ein túrur verður gjørdur á Tvøroyri fríggjadagin. 

Runnið ella gingið verður frá Sport24 inn móti FK, og út aftur á Tvøroyri eftir ovara veg, áðrenn leiðin so liggur aftur í Sport24, ið tá bjóðar vatn og frukt.

Tiltakið byrjar kl. 16.00 tá ið BUBU fer at finna fram renniskógvarnar í handlinum, umframt at fjasa og syngja, áðrenn hann saman við vónandi mongum bæði børnum og vaksnum, fer gongu- ella rennitúr kl. 16.30.

Tiltakið er ókeypis. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo