Ein hvitarussiskur aktivistur er funnin deyður í eini park í Kiev í Ukraina. Tað skrivar Reuters, sum endugevur frá ukrainsku løgregluni.
Sambært AFP er talan um aktivistin sum var saknaður í Kiev í gjár. Hann var funnin hongdur, skrivar tíðindastovan, sum eisini endugevur løgregluna.
Aktivisturin Vitalj Sjisjov var ikki sæddur síðan ein rennitúr í gjár, sambært The Guardian.
Hann var leiðari í einum felagsskapi sum hjálpir hvítarussum sum flýggja undan myndugleikunum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo