Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Henda vikan verður okkara Pearl Harbour og 11. september 2001 umaftur. Tað verður truplasta vikan í lívinum hjá nógvum amerikanarum, og vit noyðast øll at skilja, at skulu vit koma ígjøgnum hetta, so má hvør og ein gera sítt. Soleiðis segði Jerome Adams, sum er varaadmiralur og ovasti skurðlækni í toyminum av ráðgevum, sum Donald Trump, forseti, hevur rundan um seg.

 

Eisini aðrir serfrøðingar hava sagt nakað líknandi í amerikanskum miðlum um vikuskiftið. Forsetin sjálvur hevur víst á, at smá tekin eru um, at átøkini hava hjálpt. Eitt nú vórðu færri deyð í New York í gjár í mun til fyrradagin, og tað er fyrstu ferð í eina viku, at talið er fallið.

 

- Vit eru sannførd um, at henda komandi vikan verður hæddarpunktið í hesi ræðuligu farsóttini, segði forsetin og rósti øllum sum arbeiða innan heilsuverkið í USA.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo