Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú nógv hevur verið frammi um bústaðarpolitikk, íbúðartrot, bústaðahávar og tey á niðastu rók, loyvi eg mær at koma við hesi eygleiðing.

Í hesu lítlu ostaklokkuni Føroyar, har vit flest øll kenna hvør annan – ella kanska rættari vita um hvør annan at siga, er sera einfalt at staðfesta hvør tað er, sum býr í leigumálunum hjá Bústøðum.

Við eini skjótari leiting á Sona.fo so sæst skjótt, hvør býr á t.d. Biskupstorgi, Mattalág og á Skansanum v.m.

Hvørji hava fingið framíhjárætt at búgva í einum alment stuðlaðum byggjaríið?

Talan er ikki um tey á niðastu rók.

Tvørturímóti er langt yvir helmingurin av leigarunum hjá Bústøðum vælbjargað fólk.

Ja, enntá fólk sum eiga hús, sum tey leiga út fyri upp til 100.000 kr. skattafrítt um árið.

Talan er um akademikarar, maskinmeistarar, lærarar, og onnur í sama lønarflokki.

Tey vælbjargaðu búgva hjá Bústøðum
Jamen, hví er tað so? Jú, tí øll, bæði rík og fátøk, hava eins góða atgongd til leigumálini hjá Bústøðum.

Tey vælbjargaðu eru sjálvsagt betri leigarar enn tey minni vælbjargaðu. Tey rinda til tíðina, fara væl um, og geva harvið útleigaranum minni stríð.

Tey, sum veruliga hava tørv á bústaði, eru við skerdan lut.

Har er enntá eitt filtur sett á, soleiðis at bert fimta hvør íbúð verður leigað út til tey sokallaðu frá Almannaverkinum.

Tað sum vendur niður, vendur upp.

Tað sum skuldi gerast ein hjálp til tey á niðastu rók, er bert vorðið eitt innantómt heiti.

Nei, tað einasta rætta hevði verið, at tey, sum veruliga hava tørv, sleppa inn hjá Búðstøðum.

Restin, tey sum klára seg, skuldu verið koyrd á dyr.

Vælkomin til sosialistisku Føroyar, har vinstravongurin og enntá teir borgarligu flokkarnir við, ikki longur vita hvat er rætt og skeivt.

Hví var Bústaðir sett á stovn? Var tað ikki fyri at hjálpa bústaðartørvinum hjá teimum á niðastu rók?

Og hvussu er so við tiltikna bíðilistanum hjá Bústøðum?

75% av teimum á listanum eiga hús ella íbúð. Tey eru hvílandi limir og vóna at fáa eitt tilboð, tá tey ikki longur orka at røkja eini hús, ella børnini taka yvir.

Møsnið um fleiri túsund á bíðilista er bara politiskt og hevur onki við veruleikan at gera.

Eygleiðari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo