Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hoyrdi eg tað enn einaferð í útvarpinum: “Sólin kagar fram”.

Tá børn spæla krógva og blunda, kaga onkur av teimum, sum skulu krógva seg.

Tann, sum kagar fram, hevur sjálvur gjørt hetta av.

Við at siga, at sólin kagar fram, siga vit tí, at sólin hevur sín egna vilja, og sjálv ger av, um hon skal kaga fram.

Mangar eru tær religiónir, sum hava ta áskoðan, at sólin er ein guður við sínum egna vilja.

Tey sum hava slíka trúgv, kunnu sjálvandi siga, at sólin sjálv tekur hesa avgerð.

Men minst fýra av hvørjum fimm føroyingum hava ta trúgv, at tað bert er ein guður.

Vit hava frá guði okkara fingið tey boð, at vit skulu ikki hava aðrar guðar uttan tann, sum hevur skapað himmal og jørð.

Vit hava trúarfrælsi.

Tey, sum hava aðrar guðar, hava rætt til at boða sína trúgv fyri øðrum.

Men avleiðingin av trúarfrælsi er, at eingin kann noyða nakran at gjalda til onnur trúarfeløg, eitt nú til slík, sum vilja fáa okkum at trúgva, at sólin er ein guður.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo