Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvør kundi vísa politisku skipanini, Landsstýri og embætisverki á, at lógarverkið ikki var nøktandi ella at nýggja makreltilfeingið ikki skuldi lutast út sum skipaður fiskiskapur til tey fáu?

Havi lurtað við áhuga eftir sendingunum um makrelstríðið, og um hvussu ‘fyrigangsmenn’ stríddust við at kanna, lýsa og grundgeva fyri størri rættindum til makrelin.

Eitt megnararbeiði, ein vilji, eitt áræði, ein ábyrgdarkensla fyri landi og fólki, sum ber av miklum.

Tí er tað sera harmiligt, at ætlaða ævintýrið bleiv eitt samfelagsligt misfostur, sum í dag tykist ræðandi. Sum setir fólk og bólkar upp móti hvørjum øðrum, sum sáar iva um fólkaræðið og politiska valdið og sum skeiklar vanligar marknaðarkreftir, orsakað alment stuðlaðari keypiorku úti av proportiónum.

Løgtingið er væl mannað, Landsstýrið er væl mannað - yvirhøvur nógv væl útbúgvið og lært fólk í embætisverki og á skrivstovum, eins og fylgibólkar og eygleiðarar av ymsum slagi.

Hvussu kundi slíkt bera til? Hvussu kundi henda útlutan verða gjørd fyri eygunum á okkum á alljósum degi?

Ella hvar vóru varðhundarnir?

Hóast stutt millum húsini, stutt millum fólkini, stutt millum politikarar, stutt millum avgerðirnar – stutt millum fiskimenn og veiðubólkar, stutt millum land og fólk, - so er talan um herverk á samfelagsliga listarverkið, mýkt av tíðarinnar tonn, bygt upp gjøgnum øldir og sum hevur tryggjað tær og mær ein borgaraskap, har vit sum fólk kundu hava eina rímuliga kenslu av, at vera í góðum fólkaræðisligum hondum.

Henda myndin er burtur – og avleiðingin fer at verða meira sjónlig fyri fólki, tá tíðirnar aftur fara at versna.

Annað er óbroytt! Yvirvøld, hægri og lægri, tykjast tó ikki rinda fyri herverkini.

Abbi mín var rokskipari. Sum faðir at tíggju børnum legði hann eina æru í at breyðføða sína familju, eins og fleiri familjum, har um leiðir.

Omma mín tók sær av tí húsliga og skipaði fyri, tá veiða og peningaúrtøka var ‘komin í hús.’ Hon tók sær av inntøkuni og lutaði út, so sum trongdi og strekti, bæði innan- og uttanveggja.

Kann hetta býtið, henda náttúrustýrda veiðu- og umsorganmentan hava gjørt seg galdandi í makrelstríðnum, soleiðis at skilja, at menn stríddust fyri rættindum, fyri at breyðføða, frøddust um tonsatølini og so settust afturá tá smálutir, teknikalitetir, útlutan og býti stóðu fyri tørni.

Tí politikarar tóktust ikki vita av, tóktust ikki hava gjørt sær far um, tóktust ikki hava hugsavnað seg um lógir og reglur og at paragraf níggju ikki kundi brúkast, í hesum sambandi.

Mundi ‘húsholdirskan’ mangla? Ella kvinnan í fiskivinnupolitikki?

Ikki veit eg – veit ikki heldur um til ber at bakka ella hvat ið kann gerast.

Útvarpssendingin var sigandi, vóni, fyri okkum sum fólk, at eitthvørt kann gerast – so skeivu samfelagsligu avleiðingarnar verða so lítlar sum yvirhøvur til ber, og at tjóðskaparligt bjartskygni aftur kagar fram.

Bergun Kass, Framsókn

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo