Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fólkaheilsuráðið hevur saman við Sona fyriskipað átakið “Hvør metur telur”, har føroyingar hava skrásett, hvussu langt teir hava gingið og runnið seinastu tvær vikurnar.

Hvør metur telur veruliga, tá talan er um rørslu og heilsustøðu tína, tí at øll rørsla ger mun.

Kanningar vísa tíverri, at 80% av okkara børnum og 35% av teimum vaksnu náa ikki minstu krøvini fyri rørslu, sum eru sett eftir nær kropsligt óvirkni gerst vandamikið. Nýggjar kanningar frá WHO prógva eisini, at talið á kropsliga virknum borgarum kring allan heimin er fallandi, og hetta hevur ómetaliga neilig árin á fólkaheilsuna, trivnaðin og samfelagsbúskapin. Tí er umráðandi, at stovnar og arbeiðspláss tryggja øllum børnum og ungum 1 tíma av kropsligari rørslu dagliga og vaksnum 150 minuttir um vikuna.

Tá talan er um heilsuligu árini av kropsligari rørslu telur hvør metur, og tey, ið tóku lut í átakinum løgdu samlað nærum 25.000 km afturum seg. Øll øki í landinum hava luttikið í átakinum, sum vísir á stóru tøkniligu møguleikarnar at náa út til ein breiðan luttakaraskara.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, sigur, at Fólkaheilsuráðið leingi hevur umhugsað at menna eina føroyska rørslu- ella virksemisapp, og at royndirnar frá átakinum saman við Sona hava givið betri innlit í, hvussu ein tílík app kann síggja út. Fólkaheilsuráðið og Sona vilja takka øllum, sum hava luttikið.

Leinkja til heimasíðuna: http://www.folkaheilsa.fo/Default.aspx?Id=487

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo