Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyri nógvum árum síðani var tað vanligt, at fólk kjakaðust alment uttan at leggja navn til. Men so bannaðu bløðini dulnevndum lesarabrøvum.

Tey, sum ikki tora at standa við sína egnu meining, funnu so aðrar mátar. T.d. blivu upp undir val bløð send út í húsini við politiskum innihaldi, uttan at nakar fekk at vita, hvør hevði skrivað og rindað.

So bleiv eisini tað holið tipt. Posta gjørdi av at steðga svansinum. Og síðani hevur verið friður fyri teimum, sum vilja leypa á onnur ella meina okkurt uttan at tora at standa við síni álop ella sínar meiningar.

Tað kemur sjálvandi javnan fyri, at onkur skrivar fyri onkran annan. Men tað avgerandi er, at tað altíð er onkur sendari. Onkur, sum hevur ábyrgdina.

Men í vikuskiftinum var aftur galið. Tá var ein politisk lýsing á síðu fimm í Sosialinum - uttan avsendara.

Hon var ikki raffinerað og heldur ikki grov. Eingin persónur varð álopin. Lýsingin var mest av øllum bara platt.

Endamálið var at birta upp undir eina øsing móti uppsetingini av NATO-radaranum á Sornfelli við eini rúgvu av stórum NEI'um.  

Men hvar gongur markið? Kann hetta ikki enda sum dulnevnd lesarabrøv í nýggjum hami?

Kann hetta ikki føra til, at hesi lesarabrøv nú aftur verða loyvd - men bara fyri tey, sum hava ráð at rinda lýsingarprís fyri tey?

Sosialurin er ein fjølmiðil, hvørs endamál m.a. er at tryggja opinleika og gjøgnumskygni.

Ger miðilin ikki júst tað øvuta, um hann loyvir andlitsleysum kreftum at keypa sær ávirkan á hendan hátt?

Og hava tey, sum boðskapurin er vendur til - lesarin - ikki krav uppá at vita, hvør stendur aftanfyri? 

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo