Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit vóru teirra millum, sum stóðu í komuhøllini á flogvøllinum 26. september 1970. Vit bíðaðu eftir flogfarinum, sum verfaðir skuldi við. Tá ljóðaði í hátalaranum: “Flogfarið kemur ikki!” Hetta var jú vanligt, men tað løgna var, at øll vórðu boðin at eta døgurða. Eg spurdi, um hetta veruliga var galdandi fyri okkum, sum ikki skuldu fara avstað, og fekk at vita at so var. Vit koyrdu tí til Bíggjar, har vit komu til búgvið borð. Onkur av donsku ferðafólkunum undraðist yvir, at einki var sagt um hvar flogfarið var. Var tað afturfarið til Bergen ella var tað farið til Íslands?

Klokkan 12.20 komu tíðindini í útvarpinum. Finnbogi Isaksen las, og hann segði, at flogfarið var dottið niður í Mykinesi. Vit sóu, at har úti var bakkalýsi, men mjørkin var nógvur í erva. Sagt var í útvarpinum, at onkur var komin til gongu frá flogfarinum oman í bygdina. Vanlukkan var hend um ellivutíðina, so tað var skjótt gingið. Fyri okkum var tað eitt undur, at flogfarið kundi renna á Knúk og at nakar var gonguførur. Seinni fingu vit at vita, at tá flogvøllurin misti sambandið við flogfarið, visti eingin hvar ið tað var. Meðan vit vórðu send til døgurða í Bø, var øll tilbúgvingin á gosi og fyrireikað varð at leita bæði á landi og sjógvi, men av tí at boðini komu úr Mykinesi, slapst undan óneyðugari leiting.

Hvussu bar tað til, at boðini komu so skjótt til bygdina?

Í føroysku bløðunum var beinanvegin skrivað, at tríggir menn komu við boðunum. Men í einum vísindaligum tíðarriti hevur læknin á danska verjuskipinum, sum vælaði um tey særdu, skrivað eina grein um tað sum her fór fram, og hann sigur, at fimm menn komu oman í bygdina  (https://link.springer.com/chapter/10.1007/978-3-642-67093-0_41).  

Tá eg hoyrdi um vísindaligu greinina, undraðist eg og vendi mær til teir báðar løgreglumenninar, sum komu til vanlukkustaðið. Reðin Leonsson, sum var 29 ár, kom við báti úr Sørvági og hevði við sær fleiri mykinesmenn, sum vóru vandir fjallmenn. Brim var á lendingini í bygdini, so teir noyddust at koma upp á land norðanfyri, á Byrgi í Kálvadali, og gingu upp á Knúk. Seinnapartin kom hin løgreglumaðurin Fríðmundur Hermansson, sum var 40 ár.

Báðir løgreglumenninir eru samdir um, at talan hvørki var um fimm ella tríggjar menn, sum komu til bygdina við feigdarboðunum, men um tveir menn, og at annar av hesum livir enn. Eg vendi mær tí til hendan mannin at spyrja hvat ið hann minnist.

Hesin maður eitur Poul Grunnveit og býr í Haldarsvík. Hann var tá 31 ár og var sjómaður.

Hin maðurin var Knút Olsen úr Tórshavn, sum var 41 ár. Faðir hansara Johannes Juul Olsen á Malarenda var úr Nólsoy, og móðirin, Hedvig, var úr Tórshavn, dóttir Knút Petersen, skómakara. Kona Knút Olsen var Mary Davidsen av Nesi. Knút var skipari á Lica Mærsk, einum 9000-tonsara hjá A. P. Møller. Í 1972 setti Mærsk hann sum umsjónarmann fyri virksemi sítt í San Francisco (port captain). Hann stóð fyri at gera bingjuterminalarnar á vesturstrondini í USA, bæði teir í Los Angeles og Seattle/Tacoma.

Síðani gjørdist hann varaforseti fyri deildina hjá Mærsk í USA (Vice-President of Maersk US Operations) til hann fór frá við eftirløn í 1990. Um aldarskiftið fluttu hjúnini heimaftur. Knút doyði í 2003 og er grivin í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.

Poul Grunnveit sigur, at har var stórur ruðuleiki, og eingin var at geva boð um, hvat ið gerast skuldi. Hann og Knút tosaðu saman, men vistu ikki hvar teir vóru staddir. Teir hildu, at teir kanska vóru í Vágoynni og kundu koma oman til Víkar, men sjómaður er ongantíð ráðaleysur, og óbidnir fóru teir av sínum eintingum til gongu í mjørkanum. 

Teir komu til eina á sum teir fylgdu. Tá teir komu úr mjørkanum, vóru teir við bøgarðarnar í Mykinesi, har kýrnar stóðu uttan fyri neytaportið. 

Poul var heldur betri gongdur og  skundaði sær tá alt hann kundi fyri at bera boðini. Tá vóru mykinesmenn kvikir og fóru niðan á Knúk. Har vóru nøkur so fræg, at tey hildu seg til at ganga oman í bygdina, og ein mykinesmaður fylgdi teimum.

Tað er tí Poul Grunnveit og Knúti Olsen og teirra snarræði fyri at takka, at tað ikki gekk verri uppi á Knúki 26. september 1970 enn tað gjørdi.

Í sjálvum sær hevur tað lítið upp á seg um tað vóru fimm, tríggir ella tveir menn, sum komu við boðunum um hesa vanlukkuna. 

Men tá ið greitt verður frá eini hending, er tað av týdningi, at rætt verður sagt frá. Øll søguskriving hevur sum fortreyt, at keldur verða kannaðar fyri at vissa er fyri, at tað tær siga veruliga er rætt. Nú er hetta lítla klípi í Føroya søgu vónandi komið upp á pláss!

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo