Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Tað vilja fleiri skiparar og bátaeigarar. Sambært nýggjari, norðurlendskari kanning siga føroysk sjófólk, at tað eftirhondini er vanligur hugburður teirra millum, at liggur burturkast og flýtur, verður tað tikið upp og ført til lands.

Men í landi verður ikki nóg væl tikið ímóti ómakinum. Í summum førum enda ruddararnir við rokning fyri at burturbeina tað, teir hava tikið upp og til lands. Týsdagin verður webinar, har spurningar um havrudding verða viðgjørdir.

Fleiri føroysk skip og bátar eru við í altjóða átakinum “Fishing for litter – fiska eftir ruski.”

Átakið setir fokus á at fáa tey, ið eru von at ferðast á havinum, at taka burturkast á sjónum upp, og fáa tað til lands.

Norðurlendska ráðharraráðið hevur kannað, hvussu gongst í Føroyum og øðrum útvaldum, norðurlendskum økjum at taka rusk upp av sjónum, og at sleppa av við tað, tá skipið kemur til lands.

315 føroyingar luttóku í kanningini, og av teimum høvdu 147 starv á sjónum.

Nógvir minnast tíðina, tá tað var vanligt at tveita burturkastið frá skipum og bátum á sjógv. Tað ger ongin í dag, siga fleiri av teimum, sum luttaka í kanningini.

Og nógvir taka eisini rusk, sum teir finna, upp. Men ofta er tað ikki nóg lætt at sleppa av við ruskið.

Ov fáar bingjur á havnaløgunum, og í summum førum verða skip, sum hava tikið t.d. gomul trol frá øðrum upp úr sjónum, noydd sjálvi at gjalda fyri at sleppa av við tað.

Slíkt forðar fyri, at havið verður ruddað. Hvørjar broytingar skulu til, og hvør skal gera tær? Tað verður viðgjørt á webinari mikudagin 2 juni. Norðurlendska ráðharraráðið og PlanMiljø skipa fyri. Hvørjar forðingar eru í Føroyum, Íslandi, Álandi, Grønlandi og á Bornholm, verður spurt á webinarinum, og tilmæli verða løgd fram og viðgjørd.

Webinarið verður mikudagin 2. juni 2021 klokkan 11 til 13 føroyska tíð á Microsoft Teams.

Skrá:

11.00-11.05: Velkomst og præsentation ved Nordisk Ministerråds Småsamfundsgruppe

11.05-11.15: Introduktion til programmet 

11.15-11.40: Oplæg om rapportens resultater og anbefalinger v. Katrine Weber, PlanMiljø

11.40-11.50: Spørgsmål og kommentarer

11.50-12.00: Pause

12.00-12.35: Oplæg om to cases til inspiration: Hilde Rødås Johnsen fra Fishing for Litter og Tommi Knúts fra Blue Army Iceland

12.35-12.55: Spørgsmål, kommentarer og idéudveksling

12.55-13.00: Afrunding

Nærri lýsing er HER

Øll kunnu luttaka og til ber at tekna seg HER.

HER finnur tú nýggju frágreiðingina Barrierer og muligheder for at havets aktører kan opsamle affald i havet i de nordiske småsamfund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo