Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 15/2020 eftir § 52a í tingskipanini um endurvenjingartilboð frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni

Spurningurin var soljóðandi:

- Er tað rætt, at nýggi H-bygningurin ikki inniheldur heitvatnshyl til ergo- og fysioterapideildina?

- Um so er, ber tað til at fáa heitvatnshylin inn aftur í verkætlanina?

- Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin at betra umstøðurnar hjá verandi hyli?

- Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til rakstur av verandi heitvatnshyli, so tilboðið er opið allar yrkadagar? 

- Kunnu pínusjúklingar vænta, at betri ella fleiri heitvatnsviðgerðir verða partur av nýggju endurvenjingartilboðunum í sjúkrahúsverkinum, sum eru í umbúna?

Svar:

Til spurning 1
Ja, tað er rætt, at heittvatnshylur ikki er partur av nýggja H-bygninginum.

Til spurning 2
Verkætlanin at byggja nýggja H-bygningin er komin væl áleiðis, og avgjørt er, hvat fermetrarnir skulu brúkast til. Tað er tí hvørki fígging ella pláss fyri einum heittvatnshyli í H-bygninginum.

Verandi heittvatnshylur á Landssjúkrahúsinum varð tikin í nýtslu aftur í 2018, eftir at hann varð umvældur.

Til spurning 3
Heittvatnshylurin á Landssjúkrahúsinum er lítil. Hann varð umvældur í 2017, og maskinaríið er nýtt og dagført, og allar trygdar- og umhvørvistreytir verða loknar. Ergo- og fysioterapiin brúka hylin til venjingar við bæði einstaklingum og bólkum við trimum sjúklingum í senn. Venjing við bólkum er tvær ferð um vikuna í 6 vikur – í alt 12 ferð. Higartil í ár hava 28 sjúklingar fingið samanlagt 198 viðgerðir í 132 venjingartímum. Tá talan er um at veita einstøkum sjúklingum serviðgerð, er tað ein fyrimunur, at hylurin hevur ta stødd, sum hann hevur, men til bólkar er hann lítil.

Í verandi støðu er eingin ítøkilig ætlan um at broyta umstøðurnar.

Til spurning 4
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur á fíggjarlógini fyri 2020 sett eina serstaka játtan av til at menna endurvenjingina í Sjúkrahúsverkinum.

Í samráð við Sjúkrahúsverkið og við øktari starvsfólkaorku verða m.a. hesi endurvenjingartilboðini ment í heyst:

- Endurvenjing fyri sjúklingar við parkinsonsjúku á Suðuroyar sjúkrahúsi, í samstarvi við Landssjúkrahúsið

- Eitt skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við gikt á Klaksvíkar sjúkrahúsi

- Skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við krabbameini á Landssjúkrahúsinum

- Menna eitt endurvenjingartilboð til sjúklingar við hjartasjúku, lungasjúku, diabetes og krabbameini á Suðuroyar sjúkrahúsi

- Eitt samskipað tilboð um talupedagogiskan stuðul til sjúklingar við apopleksi í Sjúkrahúsverkinum

Tað var ikki rúm innan fíggjarkarmin til eisini at fáa fleiri starvsfólk til heittvatnshylin. Landsstýrismaðurin vil, at endurvenjing í Sjúkrahúsverkinum eisini skal raðfestast fíggjarliga komandi árini. Landsstýrismaðurin fer í hesum sambandi og í samráði við Sjúkrahúsverkið at fáa lýst, hvussu játtanin kann verða nýtt soleiðis, at hon kemur flest sjúklingum best til gagns. Í hesum sambandi kann eisini verða viðgjørt, hvørt nýtslan av heittvatnshylinum fer at verða partur av hesi raðfesting.

Til spurning 5
Sum omanfyri nevnt, setti landsstýrismaðurin á fíggjarlógina í ár eina serstaka játtan til at menna endurvenjingartilboðini í Sjúkrahúsverkinum. Í hesum sambandi vórðu sjúkrahúsini biðin um at koma við einum samlaðum og samskipaðum tilmæli um, hvussu 2 mió. kr. í játtan kundu gera mest gagn.

Landsstýrismaðurin heldur tað hava týdning at betra líkindini fyri, at fólk, sum orsakað av sjúku ella skaða hava verið fyri førleikamissi, kunnu endurvinna mistu førleikarnar ella í øðrum lagi kunnu endurvinna funktiónsevnini soleiðis, at tey í størst møguligan mun gerast sjálvhjálpin og - um talan er um fólk í arbeiðsvirknum aldri - fáa arbeiðsførleikan aftur. Endamálið er at tryggja, at borgarar fáa hóskandi og nøktandi tilboð um endurvenjing, so skjótt sum tørvurin er staðfestur.

Í Sjúkrahúsverkinum er fyri nøkrum árum síðani serligt tilboð fyri pínusjúklingar staðsett á Suðuroyar sjúkrahúsi, eins og endurvenjingin til parkinsonsjúklingar nú verður ment enn meiri á sjúkrahúsinum. Á Suðuroyar sjúkrahúsi er ein góður heittvatnshylur, ið verður nógv brúktur. Endurvenjingin til giktasjúklingar verður eisini styrkt innan nýggja endurvenjingartilboðið í Sjúkrahúsverkinum. Klaksvíkar sjúkrahús verður m.a. nýtt til hetta endamál, sum hevur ein góðan og størri heittvatnshyl til endamálið, og sum verður nógv brúktur.

Heilsumálaráðið, 15. september 2020
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo