Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hósdagin klokkan 14 fer Firouz Gaini at halda sín professarafyrilestur í Kongshøll á Eystaru Bryggju í Havn.

Fyrilesturin eitur “Røtur og veingir – hvønn leiklut hevur heimið og staðið (‘place’) fyri samleikan hjá ungdómi í dag?”

Firouz Gaini varð í fjør tilnevndur professari í antropologi (mannfrøði) á Fróðskaparsetri Føroya, og í tí sambandi fer hann nú at halda sín professarafyrilestur. Tiltakið er alment og verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn hósdagin 23. januar klokkan 14.

Í fyrilestrinum fer Firouz Gaini at hyggja nærri at sambandinum millum stað og samleika í antropologiskari gransking. Antropologiska kjakið um mørk, rørslur og opinleika hevur latið upp fyri fyri nýggjum metingum av týdninginum og leiklutinum, ið eitt stað hevur fyri gerandislívið, trivnaðin og samleikan hjá fólki.

Hvar standa Føroyar í hesi myndini?

Við støði í síni ungdómsgransking úr Føroyum fer Firouz Gaini síðani at greiða frá, hvussu spurningar um flytføri, tilknýti, heim og (lívs-) møguleikar kunnu geva okkum betri innlit í føroysk viðurskifti á vegamótinum millum tað lokala/avmarkaða og tað globala/endaleysa.

Lesið meira um Gaini, professara her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo