Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

BirkBloggur: Í morgin hósdagin 8. oktober á middegi okkara tíð verður kunngjørt, hvør fær Nobelvirðislønina í bókmentum í 2015. Í fjør var tað franski Patrick Modiano, sum eg aldri havi lisið, ið vann. Bara kvalifiseraðir persónar, qualified persons only, sum heimasíðan hjá dynamittkonginum Nobel sigur, kunnu koma við uppskotum. Tey kunnu verða sprongd upp 50 ár seinni, uppskotini og grundgevingarnar altso.

Tað eru limir í Svenska Akademinum, professorar í bókmentum og málfrøði, virðislønarmóttakarar higartil, og formenn og forkvinnur í rithøvundafeløgum, ið kunnu skjóta upp. Teir átjan limirnir í Svenska Akademinum hava ábyrgd av úrvalinum. Nobelnevndin í bókmentum, sum kunnu vera fýra ella fimm fólk, gera endaliga av. Við passaligari trygdarfrástøðu verður kunngjørda virðislønin handað í Stockholm hin 10. desember.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo