Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú ein góður mánaði er farin síðan fólkatingsval var, og bara tveir mánaðir eru eftir til eitt løgtingsval, so røkist ikki nógv fyri, at flokkarnir eru sinnaðir at upplýsa sínum veljarum, hvat borðreitt verður við til komandi løgtingsval.

Størsti andstøðuflokkurin, Fólkaflokkurin, fer uttan iva eftir fiskivinnupolitikkinum og fer at royna at seta dagsskránna.

Hetta kann verða snilt, tí líkamikið, hvat valskráirnar hjá hinum flokkunum, fara at innihalda 3 vikur, áðrenn valið, so minnist veljarin betur tær greiðu meiningar og fatanir, sum blivu sagdar ella skrivaðar fyri tveimum mánaðum ella einum hálvum ári síðan, enn allan pappírsbunkan við fyri tað mesta órealistiskum og óundirbygdum vallyftum, sum kemur á dyrnar 1 viku, áðrenn valið.

Eitt er, hvat farið verður til val uppá, nakað annað eru samgongumøguleikar.

Tá valúrslitið fyriliggur er slætt borð - veljararin hevur tá ruddað upp og talvan er rein at byrja forfrá.

Á fólkatingsvalinum 5. juni var Sambandsflokkurin vinnari og Javnaðarflokkurin bleiv næststørstur, men valkvøldið bleiv gjørt nógv burturúr, at teir stóru andstøðuflokkarnir einsamallir høvdu kunnað skipað landsstýri.

Men eingin nevndi nakað um, at høvdu andstøðuflokkarnir Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin ein meiriluta, ja so varð meirilutin størri við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum. Tí má tann upplagdið spurningurin verða, hvør sigur Fólkaflokkurin er fyrsta og einasta val hjá Sambandsflokkinum - um so skuldi verði ella hvat?

Sum politiska landslagið hevur háttað seg seinastu árini, hava Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hvør sínum lagi fleiri streingir at spæla uppá enn hinir flokkarnir.

Ideologiskt liggja hesir báðir flokkar tætt upp at hvør øðrum, so hvat samgongumøguleikum viðvíkur, um matematikkin gongur upp, kundi tað verið áhugavert - hervið er ikki sagt, at allar brýr skulu brennast.

Primitivur politiskur retorikkur
Einki framkomið samfelag kann liva við einum politiskum retorikki, sum ljóðar, at ….. tá vit koma til, verður alt broytt. Størsti parturin av tí, sum er framt seinastu fýra árini, skal avlívast, jú fyrr jú betur.

Menningarkvotur, uppboðssøla og aftur til gomlu fiskivinnuskipanina, hvar nøkur fá við útlendskum ognarskapi í rygginum skulu hava størsta partin. Og retorikkurin heldur fram …. pensiónskipanin broytast, Landsbankin avtakast í somu løtu, sum vit koma til - ikki tí eg havi so sterkar meiningar um Landsbankan, men meira fyri at nevna nakað úr rúgvuni.

Hetta er ikki praktiskur politikkur, men primitivur politikur. Sum ein elefantur í einum postalínshandli. Hetta eru ultimativir boðskapir, sum kunnu skapa ótrygg politisk viðurskifti, og sum Sambandsflokkurin eigur at hava eina greiða meining um og taka frástøðu frá.

Vit kunnu ikki endavenda øllum alt eftir, hvørjir flokkar mynda landsstýrið, tá tosa vit um ótrygg politisk viðurskifti, líkamikið, hvørji samfelagsviðurskifti talan er um.

Tørvur á frameftirlítandi politikki
Politiska skipanin og flokkarnir eiga at endurskoða, betra og tillaga allar verandi almennar skipanir um neyðugt, og eiga eisini at skapa nýggjar karmar og skipanir fyri menning av samfelagnum og vinnuni - borgarum og landi at frama.

Vit eiga at arbeiða við frameftirlítandi uppbyggjandi politikki - og ikki afturlítandi niðurbrótandi politikki. Okkum tørvar politikkmenning - nýggj politisk “produktir.”

Hetta eigur at verða ein av fleiri politiskum boðskapum hjá Sambandsflokkinum til komandi løgtingsval.

Eivin H. Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo