Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nýggjheitirnar um aðalstjórasetanina í uttanríkis- og vinnumálaráðnum eru ikki sørt komiskar og yvirfladiskar.

Tað sum situr eftir er, at ministarin Poul Michelsen hevur blokkerað fyri at seta John Rajani í starvið, sum ein samd setanarnevnd, við løgmansstjóranum Marjuni Hanusardóttir á odda, metti vera best skikkaða umsøkjaran.

Skotið hevur verið frá mjadnunum síðani - frá báðum pørtum. Poul sigur seg ikki hava álit á Rajani og Rajani rør framundir, at framsøkni heilsølumaðurin er ein rasistiskur bitvargur, sum ræðist eina Dr. Bombay týpu sum hann.

Í grundini er hetta líka lítið áhugavert sum tað, at Rajani fekk eitt gýpp í reyvina sum kasseraður bankastjóri fyri stuttum, og tað at hann er svágdur Rúna Hansen og Tele-Ziskasen og systkinabarn við Regin á Bakkafrosti.

Tað sum málið nú snýr seg um er, at Aksel V. Johannessen, løgmaður, hevur kolldømt eina sera týdningarmikla avgerð hjá hægsta embætismanni Føroya.

Hann hevur við sjeytummaseymi staðfest, at hann ikki hevur álit á metingarevnunum hjá Marjuni Hanusardóttir, og harvið hevur hann ikki álit á sínum egna næsta ráðgeva og embætismanninum omanfyri allar – løgmansstjóranum.

Tað er sera álvarsamt.

Rajani-málið er bara eitt symptom í eini sjúkari skipan.

Sambandslandsstýrið hjá Edmundi í nítiárunum og danskir myndugleikar settu sær fyri, at seta føroyskan politikk undir æviga umsiting.

Hin ókendi Finn Normann fekk uppgávuna at seta eina skipan upp, sum hevði til endamáls at seta føroyskar politikarar uttanfyri alla ávirkan.

Umráðandi var at seta loyalar embætismenn at stýra Føroyum í heimastýrisskipanini.

Í veruleikanum skuldi demokratiið – fólkaræðið – setast út av spælinum, og á odda fyri hesum danska/føroyska leiki skuldi ein loyalur og nóg kyniskur løgmansstjóri setast.

Hesin hevði eisini uppgávuna, at seta aðalstjórar í hinum ráðunum soleiðis, at ymiskir landsstýrismenn ikki fóru at ganga egnar leiðir.

Og tað hevur nú virkað serdeilis væl í 20 ár.

Onkrar túgvur hava verið á vegnum. Tey flestu minnast Sigvaldsson málið. Í onkrum øðrum føri eru heilt vælskikkaðir umsøkjarar skvisaðir, tí at tann setti var fittligari at tosa við, var væl soigneraður og stútt og støðugt væl kembdur, og ivaleyst líka so loyalur sum hann var óbrúkiligur.

Og nú kom Rajani bóltandi inn í dunnuhylin.

Stine Bosse vildi ikki vita av honum, men tað vildi Marjun Hanusardóttir. Tey kennast frá tíðini Rajani var løgmansritari hjá Kalsberg, og táið hann var sendimaður í London og ikki minst frá tí politiskt totalt kiksaða prosjektinum hjá Hanusardóttir og Ejdesgaard: Visjón 2015.

Tí vitsti hon, at hann fór at vera loyalur ímóti sær og ikki ímóti landsstýrismanninum Poul Michelsen, tá tað fór at koma til skarpskeringar, og tað var helst avgerandi fyri innstillingina á hesum sinni.

At fara í holt við treisknið hjá Poul Michelsen er ikki bara sum at siga tað. Hann hevur verið ov leingi í ymsum geymum til ikki at fata hvør ætlanin við setanini var.

Tað er tað tað er, men tað sum allar Føroyar nú bíða eftir er, hvat fer okkara nýggi løgmaður nú at fyritaka sær.

Hann hevur sett hol á ein búld, sum er nógv størri og meiri illkynjaður enn hann kanska sjálvur trúði.

Ella gjørdi hann tað kanska bevíst.

Kanska hevur hann funnið útav, at 20 ára gamla systemið hjá dønum, sambandsmonnum og Finn Normann treingir til eina høvuðsreingering.

Tað er ikki at ivast í heldur, at Høgni Hoydal, við sínum drúgvu royndum í skipanini, stuðlar honum markleyst og dyggiliga. Hann hevur ikki gloymt íspunna lyklarholsmálið, tá alt gekk upp í eina hægri eind hjá systeminum og Sosialinum.

Rajani rakk ikki tindinum, sum Hanusardóttir ætlaði, men Marjun situr enn.

Alt bendir nú á, at tað bara er ein spurningur um tíð hjá henni, tí Aksel løgmaður hevur nú gjørt sínum landsmonnum greitt, at hann hevur ikki álit á henni longur, og tá alt systemið byggir á álit, er tað nú bara ein spurningur um hvør næsti leikurin hjá løgmanni verður.

Fólkið bíðar í størsta spenningi......

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo