Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

- Plast hoyrir heilt einfalt ikki heima í náttúruni, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru og umhvørvisnevndini.

Umhvørvisvikan 2017 varpar ljós á okkara ovurstóru plastnýtslu og plastdálking. Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku frá 26. til 29. apríl.

- Plastdálking er mett at vera skjótast vaksandi umhvørvistrupulleiki í heiminum. Tí er sera umráðandi, at eisini vit í Føroyum og Tórshavnar kommunu gera vart við henda trupulleika, sigur Turið Horn.

Í gerandisdegnum koma vit øll í samband við vørur og annað, sum eru úr plasti. Plast er vorðið eitt alneyðugt tilfar í okkara nútímans samfelag. Bæði á arbeiðsplássum, stovnum, handlum og í heimi okkara finna vit plast allastaðni. Plastlutir eru at finna í øllum avbrigdum – leikur, innpakningur av mati, teldur, skógvar, klæðir, brúkslutir, innbúgv og so framvegis – listin er nærum óendaligur.

Síðan 1964 er plastframleiðslan 20-faldað. Í 2014 var plastframleiðslan 311 mió. tons um árið. Vit eru í dag stórnýtarar av plasti. Men hóast plast hevur sera nógvar hentar eginleikar, verða vit í dag alt meiri greið um, at okkara plastnýtsla eisini hevur eina skuggasíðu.

Alt ov nógv plast endar í náttúruni. Á hvørjum ári enda 8 mió. tons av plasti í høvunum. Hetta svarar til, at ein stórur lastbilur hvønn minutt tømir eina last við plastburturkasti í havið.

Plast verður ikki niðurbrotið í náttúruni, og er tí ein umhvørvisdálking. Somuleiðis er henda dálking til stóran ampa fyri øll djór í náttúruni. Sambært ST doyggja í minsta lagi 100.000 havsúgdjór og meir enn ein millión fuglar hvørt ár av plastburturkasti.

Í sambandi við ruddingardagarnar, sum í ár verða fríggjadagin 21. apríl og leygardagin 22. apríl, verður eisini dentur lagdur á plast. Alt plastburturkast verður savnað fyri seg, og plastburturkastið skal brúkast í Umhvørvisvikuni.

Turið Horn setir Umhvørvisvikuna mikukvøldið 26. apríl. Í Umhvørvisvikuni verður ymiskt áhugavert á skránni, m.a. verður fyrilestur við Henrik Beha Pedersen, sum hevur stovnað felagsskapin Plastic Change. Vælumtókti plantupakkin verður eisini at fáa á Vaglinum 29. apríl. Nærri útgreinað skrá kemur seinni.

Fyrispurningar í sambandi við Umhvørvisvikuna verða at senda til torsinfo@torshavn.fo. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo