Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsuráðið: Í november framdi Fólkaheilsuráðið umfatandi kanningina, “Hvussu hevur tú tað?” har 3000 føroyingar luttóku. Kanningin lýsir almennu heilsustøðuna breitt í sambandi við, trivnað, heilsuvanar og lívshátt hjá vaksnum føroyingum, og er tann mest umfatandi kanningin av almennu heilsustøðuni í Føroyum. Tí er Fólkaheilsuráðið í einari serstøðu at kunna samanbera støðuna beint undan kreppuni við støðuna nú vit eru mitt í “koronastorminum”. Kanningin verður send út komandi dagarnar, og Fólkahelsuráðið biður fólk um hjálp til at svara spurningunum og harvið hjálpa verandi og framtíðar tilbúgvingini í sambandi við líknandi kreppur.

 

“At kanna, hvussu ein ógvuslig kreppa sum undantaksstøðan orsakað av Covid-19 ávirkar ymiskar samfelagsbólkar í Føroyum er av alstórum týdningi fyri munadygga tilbúgving í verandi kreppu og framtíðar tilbúgving” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

 

Fólkaheilsuráðið hevur fyrstu úrslitini av kanningini “Hvussu hevur tú tað” klár, og hesi vera almannakunngjørd, tá samfelagið so við og við er komið í javnvág aftur.

 

Leinkja til heimasíðuna: trýst her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo