Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg harmist og øtist hvussu vánaliga mann kann stýra einari verkætlan sum strandfaraskipinum Erla Kongsdóttir.

Tekningarnar av skipinum eru gjørdar og væl kendar fyri umleið tveimum árum síðani.

Vatnstandurin upp til kajkantin í Nólsoy hevur mann kent í umleið 50 ár, og so siga tey, at tey fyrst, meðan byggja bátin og so leggja til kaj í Nólsoy fyri at finna útav, hvussu nýggja rampan skal gerast fyri at passa til bátin.

Eg má siga sum nólsoyingar “Harrans auulukkan, hvussu dummur kann mann vera.”

Og so koma tey í fjølmiðlarnar grav alvorlig og siga at so má vera, Strandferðslustjórin, havnarmeistarin, borgmeistarin í Havn og ikki minst Henrik Old, fyrverandi samferðslumálaráharri.

Og nú eftir alt hettar so siga tey at trygdarroyndir skulu gerast sum taka tíð tí onkur úr Fraklandi skal vera við.

Er ongin leiðsla, er ongin sum samskipar?

Sjálvandi skuldi alt við trygd og loyvum verið gjørt, áðrenn báturin kom til Føroya ella í seinasta lagi, meðan bátur og manning var í sóttarhaldi í Føroyum.

At tað skal taka nógvar vikur at fáa alt hettar framt, vitnar bara um dugnaloysi og pappírsveldi sum bert hoyrir einari bananrepublikk til.

Jú sjálvandi skulu tey “klóku” hava nógvar fundir og nógvar tekningar, áðrenn alt kann setast í gongd.

Vælsignaði fólk, ring til eitt nú Articon og biðið teir fara út og gera hasa rampuna, ella ring til Mest og biðið teir gera hana.

Eg skal garantera fyri, at hesir høvdu kunnað gjørt hatta klárt til brúk uppá í mesta lagi eina viku.

Skal eg taka hesi fólkini uppá orðið so duga tey ikki at handla útfrá einari vælgjørdari professionellari tekning, tí havi eg biðið 8 ára gomlu abbadóttrina tekna eina tekning sum tit so vónandi kunnu brúka. (tekning niðanfyri)

Anskar Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo