Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er næstan ongastaðni í heiminum, at munurin millum rík og fátæk er so lítil sum hann er í Føroyum.

Tey, sum arbeiða við hagtølum, nýta ymisk tøl, sum øll prógva hesa støðuna.

Sonevnd gini-tøl, fátækraváði o.s.fr. eru øll fyrimyndarlig fyri Føroyar, um samanborið verður við onnur lond. Tølini broytast alla tíðina, men broytingarnar eru ikki stórar.

Soleiðis var støðan eisini undan seinasta løgtingsvali. Vit høvdu eitt tað javnasta samfelagið í øllum heiminum.

Kortini fór tá ein herferð í gongd, sum málaði eina mynd av, at Føroyar vóru eitt sera ójavnt samfelag.

Sjónvarpið sendi sendingina ”Við hjálp frá góðum fólki”, Miðlahúsið og onnur skipaðu fyri átakinum ”Meðan vit bíða”, har fólk kundu lata pengar til tey sum vóru í fátækraváða, og á Tinghúsvøllinum stóð løgtingskvinnan, Eyðgunn Samuelsen, og helt eina 1. mai-røðu, har hon vísti á, hvussu óunniligt tað var, at børn í Føroyum livdu í fátækraváða.

Morgunsendingin í Útvarpinum fylgdi eisini eini kvinnu, sum skuldi royna, hvussu tað var at liva fyri 20 krónur um dagin.

Allar royndir hjá táverandi samgonguflokkum at vísa á, at Føroyar vóru eitt tað javnasta samfelagið í heiminum vórðu kveistraðar til viks. Myndin sum stóð eftir var, at vit vóru eitt stættarsamfelag.

Fingu nýtt landsstýri

Aftaná løgtingsvalið fingu vit eitt nýtt landsstýri. Flokkarnir, sum høvdu víst á fátækraváðan, fingu valdið, og Eyðgunn Samuelsen bleiv landsstýriskvinna við almannamálum.

Tí skuldi ein trúð, at tølini fyri fátækradømið í Føroyum fóru at broytast nógv tann rætta vegin, men so bleiv ikki.

Tølini hjá Hagstovuni eru tvey ár afturút, so nýggjastu tølini, sum vit høvdu í 2015, um fátækraváðan, vístu, hvussu støðan var í 2013. Tá vóru 10,3 prosent av føroyingum í fátækraváða.

Nú – fýra ár seinni – vísa tølini hjá Hagstovuni (fyri 2017), at talið er komið uppá 10,7 prosent.

Talan er ikki um nakra stóra broyting, men hetta er ein broyting tann skeiva vegin. Barnafátækraváðin (frá 0 til 17 ár) er minkaður síðani 2013, men her hendi størsta minkingin, áðrenn hendan samgongan tók við.

Vit kunnu tí staðfesta, at tey, sum funnust harðliga at støðuni fyri fýra árum síðani, hava ikki gjørt nakra kollveltandi broyting tann rætta vegin, og okkurt tal er eisini farið tann skeiva vegin.

Men nú verður lítið gjørt burturúr hesum í fjølmiðlunum.

Eiga ikki at vera nøgd við støðuna
Vit skulu ongantíð vera nøgd við, at fólk í Føroyum liva í fátækraváða.

Tí eiga allir flokkar at standa saman um at fáa føroysku tølini enn longur niður, heldur enn, sum vit sóu fyri fýra árum síðani, at brúka hetta sum lætt vunnið valagn.

Helgi Abrahamsen
Sambandsflokkurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo