Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tann 14. november 2019 eru liðin tvey ár síðani táverandi fútin John Kølbæk kallaði inn til tíðindafund um skattamálið hjá Eik banka.

Á hesum fundi segði fútin, at málið hevði almennan áhuga og tí fór at fáa høga raðfesting hjá ákæruvaldinum.

Føroyska løgreglan og SØIK í Keypmannahavn skuldu kanna málið.

Nú tvey ár seinni tykist lítið at vera hent í málinum.

VP setur tí fútanum hesar spurningar:

Skilir fútin at fólk halda fútaembætið fer lætt um sannleikan, tá nærum einki lívstekin hoyrist í tvey ár um eitt mál, sum fútin raðfestir høgt?

Tekur fútin nakað menniskjaligt atlit til borgarar, sum møguliga eru ósekir og kortini skulu hava eitt politimál hangandi yvir sær í fleiri ár?

Hevur skattamálið framvegis høga raðfesting hjá fútanum?

Nær kann væntast at fútin tekur støðu til hetta mál?

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo