Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Týskvøldið 22. mai frá kl. 17 – 20 kanst tú koma á kvøldskeið og hoyra um, hvat pína er, og hvat tú kanst gera, fyri at liva betri við pínu. Skeiðið er eisini ætlað avvarandi.

Kanst tú svara játtandi til ein ella fleiri av hesum spurningum, er skeiðið ætlað til tín:

   Ert tú ein av teimum, sum dagliga - ella ofta - hevur pínu? 

   Hevur tú roynt ymiskan heiluvág? 

   Virkar heiluvágurin kanska bara onkuntíð, og veitst tú ikki hví? 

   Følir tú tað, sum tú hevur roynt alt, uttan at tað ger stórvegis mun?

   Ella ert tú kanska avvarandi til ein, ið dagliga stríðist við pínu? 

   Kundi tú hugsa tær, at fingið eitt størri innlit í, hvat pína er? 

   Kundi tú hugsa tær at fingið nøkur boð frá einum øðrum serfrøðingi - enn tínum egna - uppá, hvat tú sjálv/ur kanst gera, fyri at minka um pínuna? 

Kom og fá eitt størri innlit í, hvat pína er, hvussu hon ávirkar teg, og hvat tú kanst gera, fyri at økja um lívskvalitetin. Anders Bøgesvang - lækni og pínuserfrøðingur - kann sjálvandi ikki ganda, men hann kann koma við sínari vitan um pínu og nøkrum góðum ráðum til, hvussu tú kanst liva eitt lív við pínu. 

Plássið er avmarkað – tekna teg HER ella á www.synergi.fo. Les alt um skeiðið HER!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo