Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Heilsuhjálparafelag Føroya vil, at útbúgvingarleisturin verður broyttur, frá verandi skipan, har heilsuhjálparanæmingar fáa studning, til løn undir útbúgving.

Eitt av okkara valynskjum var nevniliga, at núverandi heilsuhjálparaútbúgving við studningi, verður broytt til løn undir útbúgving.

Tað er ein sannroynd at fólk aftra seg, at taka útbúgvingina og ikki er tað altíð tað geografiska ið spælir inn, men meiri tann fíggjarligi parturin.

Okkurt munagott má gerast, fyri at venda gongdini, so vit fáa fleiri starvsfólk á eldraøkið at starvast. Nú er nokk tosað og fundast, og her má handling til.

Vit samanbera okkum ofta við okkara grannalond og hava danskar kommunur í nógv ár, sett næmingar í starv og hava teir fingið løn í útbúgvingartíðini.

Hetta má vera framtíðin heima hjá okkum og vil tað føra við sær, eina størri tilgongd av heilsuhjálparanæmingum, ið er okkara framtíðar tilfeingið.

Sum nú er, verða tveir flokkar útbúnir árliga og eru flokkarnir ikki fullsettir.

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur havt fund við størru kommunurnar og Mentamálaráðið og er okkara uppskot væl móttikið, men tað sum er umráðandi er, at man byrjar at handla.

Støðan á eldraøkinum er ikki góð. Sambært okkara hagtølum yvir limir, ið eru skrásettir í okkara limaportali, vísa tølini, at av 650 skrásettum limum, eru 287 ófaklærd og 363 faklærd.

Tað sum eisini er vert at leggja til merkis er, at av hesum 650 limunum, eru 338 starvsfólk millum 51 og 67 ár, og 48 starvsfólk yvir 68 ár.

Spurningurin er síðan hvat man ætlar?

Tá vit høvdu fund við politisku umboðini í samband við løgtingsvalið í summar, vóru øll samd um, at nakað má gerast, og tí undrar tað okkum, at ongin av hesum røddum eru at hoyra nú valið er av.

Allir flokkar høvdu eina greiða meining um, at tað at fáa løn undir útbúgving er ein gongd leið, og har vóru fleiri umboð, ið bæði eru vald í kommunustýrir og løgting.

Vit meta, at tað er neyðugt, at land og kommunur seta seg saman og finna ein leist, ið kann nýtast at geva fólki løn undir útbúgving, hetta so at nakað munagott hendir á økinum.

Tað eru nógvir mátar, ið hetta kann skipast eftir, og hví ikki hyggja eftir verandi skipan, og vita, um tað er møguligt at samskipa verandi skipan við studningi, við at kommunurnar fíggja ein part og landið ein part?

Vegna Heilsuhjálparafelag FøroyaMary Antonsdóttir, forkvinna

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo