Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Ímynda tær, at eg skal læra teg at spæla guitar.

Tú kanst læra tað uppá 3 mátar:

·         #1 | Eg kann skriva tær eina vegleiðing, sum tú kanst lesa.

·         #2 | Eg kann taka eitt ljóðklipp upp, har eg greiði tær frá, hvussu tú skalt gera.

·         #3 | Eg kann taka eitt videoklipp upp, har tú sært meg við guitaranum og har eg við ljóðið og myndum vísi tær, hvussu tú skalt gera.

Velur tú nr. 1, nr. 2 ella nr. 3?
Og hvat heldur tú tínir kundar, næmingar, sjúklingar, samstarvsfelagar & viðskiftafólk velja;-)?

Tað er her iMovie kemur inn í myndina.

Kanst tú brúka iMovie í tínum samskifti við kundar, næmingar, sjúklingar, samstarvsfelagar & viðskiftafólk?

Øll, sum á ein ella annan hátt, skulu selja ein boðskap

- í víðari merking - kunnu bríka iMovie.

iMovie er bara eitt forrit, sum ger tað lætt at taka videoklipp og redigera hesi á tínari iPhone/iPad. Tú kanst lættliga upploada tíni videoklipp og senda tey til tann persónin, sum skal brúka tað. Ella t.d. brúka videoklippini í marknaðarføringini av tínum boðskapi ella vøru.

Hesi kunnu brúka iMovie, í sínum samskifti við síni viðskiftafólk:

·         Seljarar (vísa dygdirnar í tínari vøru)

·         Ráðgevarar (greiða frá tínum metodum)

·         Handverkararar, t.d. timburmenn, málarar, rørleggjarar v.fl. (vísa tíni arbeiðir fram)

·         Sjúkrarøktarfrøðingar (vísa hvussu sár skulu reinsast vm.)

·         Fysioterapeutar (vísa á venjingar, hvussu mans skal sita vm.)

·         Ergoterapeutar (vísa á onkrar venjingar og møguleikar)

·         Psykologar (greiða frá tankamynstrum el.l.)

·         Webmastarar (til heimasíðuna)

·         Journalistar (til samrøður)

·         Fólk innan ferðavinnuna (til at vísa ymisk áhugaverd pláss)

·         Fólk innan fiski- og alivinnuna (til at vísa hvussu fiskurin verður veiddur/framleiddur)

·         v.fl.

Ert tú í iva, um tú kanst brúka iMovie, so ring og fá vegleiðing frá Synergi.

iMovie er eitt forrit, sum kann takast niður ókeypis til allar iPhones og iPads. Tað er sera lætt at taka bæði video upp við tí og at redigera filmin aftaná. Man skal bara líka læra tað ;)

Kom á skeið í iMovie 31. Mars 2016.

Les alt um skeiðið her!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo