Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bankarnir vísa seg at hava sera stóran vinning, og ørskapurin við negativari rentu er nú eisini náddur til Føroya. Fyribils man BankNordik eiga tann ivasama heiður at bera leiðaratroyggjuna í rennikappingini niður á botn. Aftaná at bankin hevði boðað frá at hann fór at taka negativa rentu av innistandandi hjá vinnukundum, fylgdi Betri Banki somu kós.

Eins og onnur fakfeløg, roknaði Føroya Skipara- og Navigatørfelag við at bankarnir hóast alt ikki fóru at krevja negativa rentu frá uppsamlingskontum sum felagið hevur vegna sínar limir. Men gakk, nú eru ikki sørt skelkandi boð komin frá BankNordik um at bankin hevur í hyggju at taka burtur av okkara samlingskonto fyri frítíðarløn.

Í svari til okkara fyrispurning til bankan fingu vit soljóðandi skriv:

“Sum fráboðað, so ferð BankNordik innført negativa rentu á innistandandi hjá vinnukundum. Herundir eisini frítíðarkontur — í øllum førum enn, sum vit tosaðu um. Verandi renta er soleiðis: 0% fyri innlán millum kr 0 – 100.000. -0,3% fyri innlán millum kr 100.000 – 1.000.000. -0,5% fyri innlán yvir kr 1.000.000.”

Fakfeløg skulu also í sambandi við umsitingina av frítíðarløn vegna sínar limir roknast sum vinnukundar, og bankin vil taka burtur av frítíðarlønini hjá limunum!

Sum formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag havi eg tosað við aðrar peningastovnar, og hesir siga at teir ikki vildu tikið negativa rentu av frítíðarkonto sum FSN umsitur vegna sínar limir.

Frítíðarlønin hjá okkara limum hevur leingi verið, og verður framvegis, regulerað sambært galdandi sáttmála á arbeiðsmarknaðinum. At BankNordik ikki vísir størri virðing fyri hesum viðurskiftum er óskiljandi fyri okkum ið varða av Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Vit standa sum málleys av hesum leiki, og hetta verður ikki betri av at bankin hevur arbeitt dúgliga við at fáa okkara limir at flyta sínar uppspardu pensiónspengar úr Lív — sum fakfeløgini eiga í felag — og yvir í BankNordik við lyftum um hægri avkast. Frekleikin hevur eftir øllum at døma einki mark. Ja, hví ikki eisini at fara eftir pensiónspengunum við negativari rentu einaferð tá ið tíðin er “búgvin” til tað?

Sum formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag kann eg ikki lata hetta fara fram við borðinum.

Føroya Skipara- & Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð
Formaðu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo