Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í síni nýggjársrøðu gamlaárskvøld tók løgmaður m.a. soleiðis til:

“Talufrælsi. Trúarfrælsi. Frælsi at velja hugsjónir og virði. Frælsi at skipa lívið, sum vit vilja. Og frælsi til at fylgja egnum sannføringum.” - “Hesi rættindi eru ikki høgd í stein. Vit mugu stríðast fyri teimum, vilja vit varðveita tey!”.

”Og lat ongan iva verða um, at eg verji fólkaræði fram um alt”, legði hann aftrat.

Og rætt skal vera rætt! Hóast løgmaður í samgonguskjalinum hevur avmarkað frælsið hjá sínum tingbólki, til at halda seg til sannføringina hjá Jenisi av Rana, heldur enn teirra egnu, so loysti hann tey úr haftinum, nú lógaruppskotið um rættindi hjá sammøðrum var til atkvøðugreiðslu fyri jól.

Í mínari tíð sum aktivur fólkaflokspolitikkari, vóru talufrælsi, trúarfrælsi, frælsi at velja hugsjónir, frælsi at skipa lívið sum vit vilja og frælsi at fylgja egnum sannføringum ein sjálvfylgja! Tá stóð Fólkaflokkurin í fremsta rað at verja persónliga frælsið!

Tí var tað so hugstoytt, at síggja tvey fólkafloksfólk nokta Anniku Olsen loyvi at fylgja síni sannføring og veita óskyldugum pinkubørnum og samkyndu mammum teirra tey somu rættindini, sum onnur pinkubørn og teirra mammur hava sjálvsagdan rættin til!

Einans 2 av hinum 7 tingfólkunum í okkara flokki, vóru í parti við Anniku. Tey vóru Heðin Zachariassen, ið tók farloyvi, og ein ónevndur tingmaður, ið stóð klárur, um Jørgin Niclasen gjørdi sum hini bæði landsstýrisfólkini.

Men, nú tvey nýggj landsstýrisfólk skulu veljast, hava einstøku limirnir í meirlutanum møguleikan at taka sær annað skinn um bak! Tað kunnu tey gera, við at seta Anniku og Heðin í Tinganes. Og tað skulu so vera míni ráð!

Um ikki, so eiga landsstýrisfólkini at finnast í tingbólkinum, so Annika varðveitir tingsessin!

At koyra Anniku (og Brand Sandoy) til hús, tí hon ikki lat seg tøla, men fylgdi síni samvitsku og stýrisskipanarlógini og haraftrat gav keisaranum/ Løgtinginum tað vald, sum keisarin/løgtingið sambært skriftini eiga, fer bara at verða til skaða, hvat Fólkafloksins trúðvirði viðvíkur!

Svend Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo