Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tríggir granskarar siga onga orsøk vera til, at liðugt koppsett testa seg.

Sambært danska Sundhedsstyrelsen er ikki neyðugt við regluligari testing eftir síðsta prik.

- Argumentið hevur alla tíðina verið, at vit ikki skulu kollapsa heilsuverkið. Í løtuni flyta vit okkum langt burt frá eini sovorðnari støðu, og eg hugsi tað er rættiliga samvitskuleyst at halda fram við hesum strongu testkrøvunum, sigur virusgranskarin Håvard Jenssen.

Peter Kamp Busk er lektari í medicinalbiologi á Roskilde Universiteti. Hann hevur fleiri ára royndir í virustesting frá donsku heilivágsvinnuni.

- Koppsetingin virkar, men tað ger hópstesting ikki. Hevur tú verið í samband við onkran, so skalt tú testast, sjálvt um tú ert koppsettur. Hevur tú ikki havt nakað samband við smittaðan persón, so er eingin grund at testast, sigur hann.

Hann heldur, at testskipanin sær út at vera ”pengar út gjøgnum vindeygað”, tá koppsetingartølini nú eru so høg. Testing eftir koppseting eigur at vera við atliti at teimum viðkvæmu, sigur hann.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo