Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tjóðveldi boðar frá á Landsfundi at Føroyar skulu hava fullveldi. Restin av núverandi samgongu vísir seg ikki at taka frástøðu, heldur ikki Javnaðarflokkurin.

Somu flokkar hava eina røð av  kostnaðarmiklum æltanum. Samlaða rokningin verður sera stór.

Enn er einki boð komið  uppá hvussu alt hettar skal fíggjast.

Kostnaður av fullveldisætlan
Fullveldi kostar oman fyri eina milliard í inntøkumissi hjá Landskassanum. Umframt at vit missa  grundlógar tryggjað rættindi í Ríkisfelagsskapinum innan fyri ymisk vælferðarøki, eitt nú skúla- og heilsuverk.

Yvirskoti á fíggjarlógini nógv lægri enn inntøkurnar úr DK í allarbestu tíðum. Fullveldis roknistykki hongur ikki saman.

Hvar skal rokningin sendast?
Einasta boð higartil er at fiski- og alivinnan skulu gjalda meira og meira.  Gjøldini vera bara hægri og fleiri. Hettar er at experimentera við okkara høðusvinnu, og tekur alt kappingarføri úr vinnuni.

Rokningin endar so ella so hjá tí føroyska húsarhaldinum, baði í meira útreiðslum og verri vælferðartænastum.

Hettar er ein alvorligur fíggjarligur spurningur at taka støðu til.

Tað má ikki spælast hasard við lagnuni hjá Føroya fólki.

Edva Jacobsen
Valevni hjá Sambandsflokkinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo