Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Norrøna Ungmannafelag Føroya skipar fyri spennandi tiltaki á flaggdegnum, har ljós verður varpað á norðurlendska samstarvið, og hvussu hetta skal síggja út í framtíðini.

Til hetta tiltakið hevur NUF bjóðað politisku ungmannafeløgunum til eitt orðaskifti, um hvussu ungdómurin sær eitt norðurlendskt samstarv í framtíðini - verða og skulu Føroya verða ein sjálvstøðugur partur av tí politiska norðurlendska samstarvinum, ynskir ungdómurin at víðka um samstarvið við at fáa eitt norðurlendskt samveldi, sum hevur verið nógv umrøtt í teimum norðurlendsku londunum, og hvørji mál hava tey politisku ungmannafeløgini í Føroyum, tá tað snýr seg um norðurlendskt samstarv?

Fylgjandi ungmannafeløg vera við til palborðsfundin:
HUXA
Sosialistisk Ung
Ungt Sjálvstýri
Unga Tjóveldi
Framsøkin Ung
Ung fyri Miðflokkin.

Christoffur Nielsen, formaður í NUF, verður orðstýrari, og næstformaðurin Morten Stemre stílir fyri kjakinum.

Norrøna Ungmannafelag Føroya ynskir við hesum tiltaki, at seta tað norðurlendska samstarvið á politisku dagsskránna og brúkar flaggdagin, har fólk møtast at hátíðarhalda tjóðina at víðka um orðaskiftið, og fáa ungmannafeløgini til at hugsa um, hvørjar ætlananir, tey hava fyri Føroyar í framtíðini, við høvuðsdenti á einum Norðurlendskum samstarvi, heldur enn loysing-samband spurninginum.

Til tiltakið verður kaffi, te og kaka at fáa.

Tiltakið verður í Posthúskjallarinum kl. 16-18. Øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo