Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ert tú í ferð við at stovna tína fyritøku. Ella ynskir tú bara at fáa vitan um, hvussu tú ger tá tú skalt skráseta tína fyritøku.  So er tiltakið í Íverksetarahúsinum hósdagin 24. mai. kanska fyri teg. 

Íverksetarahúsið bjóðar inn til netverkskvøld har íverksetarar, vinnulívsfólk og áhugaði hava møguleika at hittast til fyrilestur, kaffi og prát. 

Hetta tiltakið fer at snúgva seg um skráseting av tíni fyritøku. Tað eru umboð fyri Skráseting Føroya sum fara at greiða frá, hvørji viðurskifti eru galdandi tá ein skal skráseta sína fyritøku. 

Í Íverksetarahúsinum síggja vit ofta avbjóðingar og nógvar spurningar, tá ein ferð í gongd. Tann 1. januar 2017 fingu føroyingar møguleika at stovna Íverksetarafelag( ÍVF) við 1 krónu í kapitali. Nógv ÍVF eru stovnaði og nógv væntast at koma aftrat í framtíðini.

Tiltakið verður í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, Klaksvík hósdagin 24. mai. kl. 17.00 og er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo