Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hvussu kann ein landsstýrismannanevnd koma til ta niðurstøðu, at útveganarkostnaðurin í P/f Vágatunlinum fevnir um ALLAN kostnaðin umframt viðlíkahald, nýgerð o.a.m.?

Tá Vágatunnilin skuldi gerast varð sjálvandi roknað aftur og fram fyri at fáa hetta stóra átak so gott, sum gjørligt.

Henda íløga var bíligar enn at byggja nýggjar ferjur og atløgurampur bæði í Vestmanna og á Oyragjógv.

Munurin var bara, at henda íløga skuldi útvegast í einum yvir stutta tíð.

Landskassin hevði ikki møguleika at binda seg til allan kostnaðin, tí mátti lán ÚTVEGAST til meirkostnaðin.

Soleiðis kom P/f Vágatunnilin fram í ljósið.

Fyri at hjálpa landskassanum og fyri at krevja ÚTVEGAÐA lánið inn.

Tað varð roknað væl og virðiliga fyri at seta ein hóskiligan prís á bummgjaldið.

Úrslitið varð, sum øll vita, at prísurin var settur so mikið høgt í fyrstani, tí mett varð – eftir táverandi ferðslu – at eftir 15 árum skuldi ÚTVEGANARKOSTNAÐURIN  verið afturgoldin.

Øll føroya fólk kendu og kenna treytirnar fyri bummgjaldið og vistu nær á leið, tað bleiv avtikið.

Tað hevur ongantíð verið nakað ivamál um, hvat bummgjaldið var til.

Tað var fyri at gjalda ÚTVEGAÐA lánið aftur – og við hesi vitan gingu eini 10-12 ár friðarliga sína góðu røttu leið – men so kom øði í grindina.

Tað nærkaðist til, at pengamaskina skuldi sløkkjast, so spekulantar í tinginum máttu finna upp á okkurt fyri framhaldandi at fáa meira pening úr lummunum hjá fólki.

Á tingi er, sum skilst, ikki tað heilt stóra hugflogið.

”Nei, vit halda bara áfram at taka frá teimum, sum longu hava rindað í ríkiligt mát. Tey í Vágum og í Norðoyggjum eru noydd at koyra eftir hasum vegunum, so tey skulu eisini verða noydd at gjalda – basta!”

Tað kemur ikki upp á tal við nakrari samhaldsfastari skipan til samferðslukervið, tí so mugu eisini aðrir føroyingar gjalda meira fyri vegagerðir.

Tað er ikki rætt bara at lasta Hendrik Old fyri syndarliga skilið, sum hevur tikið seg upp viðvíkjandi bummgjaldinum. Undanfarna samgonga átti málið fyrst.

Landstýrismannanevndin, ting- og landsstýrisfólk  skulu halda seg til  lógir  og samtiktar avtalur.

Gjaldið fyri at koyra gjøgnum tunlarnar undir Vestmannasundi og Lorvíksfirði eigur at strikast, nú  lánini fyri ÚTVEGANARKOSTNAÐIN er útgoldin.

Verður tað ikki gjørt, minnir hetta mest um diskreminering og kúgan av fólki í útjaðarnum.

Bæði Sandoyar- og Suðuroyartunlarnir eiga at at verða gjørdir eftir hesum sama leisti, tí tað er og verður teirra einasti vegur til oynna.

Eysuroyartunnilin harafturímóti kann hava varandi bummgjald, tí har eru aðrar gjaldfríar farleiðir at velja ímillum.

Magna Reid Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo